Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kannaðu møguleikarnar at standa á skíð

Oliver Joensen

Fimm næmingar úr Tofta Skúla vóru ídag í Klaksvík og spurdu seg fyri um Klaksvíkar Skíðfelag.

Á myndini síggjast frá vinstru Sigrun, Maria, Elisabeth, winnie og Rósa. Tær ganga dagliga í Tofta Skúla og í  strembanini eftir meira vitan, vitjaðu tær ídag í Klaksvík, her tær settu seg inn í viðurskiftini at standa á Skíð og um tað virksemið og týdningin sum Klaksvíkar Skíðfelag hevur havt.
Í tí sambandinum var Norðlýsið ein túr við teimum niðan undir Hálgadal og niðan á Háls og svaraðu spurningum.