Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tingmenn tóku sær av løttum

John William Joensen

Undir tingviðgerini í gjár spurdi Tórbjørn Jacobsen, frá tingsins røðarapallið, hvar Kári P. Højgaard hevði keypt skjúrtu sína.

Undir viðgerð av tingmáli nr. 51/2004 (Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov) reikaðu tingmenn rættuliga víða. Menn fóru at renna kapp upp á røðarapallin at markera tunnilsgerðir í teirra valdømi, og fekk hetta formannin at harta tingmenn við eini áheitan um at halda seg til omanfyri nevnda málið sum var til viðgerðar.
Undir viðgerðini fekk m.a. Tórbjørn Jacobsen orði til eina viðmerking men tá hesin koma á tingsins røðarapall hevði hann gloymt hví hann bað um eina viðmerking.

– Satt at siga harra formaður so minnist eg ikki rættuliga hví eg bað um at fáa eina viðmerking, men tað hevði okkurt at gera við turbolentu viðurskiftini í sjálvstýrsiflokkinum at gera……. í hesum sambandi fari eg at loyva mær at spyrja Kára P. um úr hvørjum katalogi hann hevur keypt skjúrtu sína?…


Láturin rungaði um tingsalin og røðarin flenti sjálvur hart at sínum egna spurningi.