Símun Gullaksen, formaður í fótbóltsdeidlini sigur at tað er umráðandi at nakað munagott verður gjørt fyri at menna kvinnufótbóltin
Týskvøldið var fundur á loftinum í KÍ høllini har evnið var kvinnudeildin í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
15 fólk møttu til fundar og tosað varð um ymisk viðurskifti í felagnum við atlitið til kvinnufótbóltin.
– Tosað var um kvinnuligar venjarar og dómarar, og niðurstøðan var at tað var tørvur á einum arbeiðsbólki sum burturav tekur sær av kvinnufótbóltinum.
– Hesin bólkurin kemur at hava til uppgávu at finna venjarar til kvinnudeildina og eisini taka sær av at menna deildina.
– Tað er eingin loyna at KÍ hevur klára seg sera væl í fremstu kvinnudeildini. Umframt at vinna fleiri meistaraheiti so hava vit heili 9 leikarar á A-landsliðnum, men hyggja vit longur niður í rekkjurnar so eiga vit einans tveir leikarar á U19 landsliðnum og tað er als ikki nøktandi.
– Tí er umráðandi at hesin sokallaði kvinnubólkurin fer til verka skótast gjørligt soleiðis at vit eisini fara at síggja ein menning niður gjøgnum alla kvinnudeildina.
Formaðurin í fótbóltsdeildini, Símun Gullaksen, sigur at talan verður um ein trímanna bólk og ætlanin er sum sagt at hesin bólkur skal fara til verka skjótast gjørligt.
KÍ hevur lið meldaði til í øllum deildum.




