Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjølbro rabatmerkini

Álvur Danielsen

Í dag hugsi eg, at bert ein handil í Føroyum nýtir dividendamerkju ella rabatmerki, og tað er BR leikur í Havn. Tey somu merkini verða so eisini nýtt í BR í Danmark.

Í Føroyum eru við tíðini tó fleiri, sum hava roynt hetta sama. Hugsanin við merkjunum er sjálvsagt tann at "knýta" kundan tættari at handlinum tað við, at hann fær nøkur rabatmerki, sum svara til ávísan % -part av keyptu upphæddini og vórðu hesi merki at seta í útvegaða "rabatbók" til sama endamál. Tá bókin var full, fekk kundin góðskrivað eina givna upphædd. Í veruleikanum sera einkult, og báðir partar halda seg hava gjørt kvettið.
Fyri nøkrum árum síðani fekk eg hendur á einum forkunnugum "J. F. Kjølbromerki", Grønt – 1 Krone, stavir og tøl við hvítum. Men eingin visti við vissu, hvat hetta var fyri merki. Onkur, spurdi um hetta vóru pengar. Saman við S. P. Petersen Eftf. Fuglafjirði, frá 1929-1933, hevði jú Kjølbro gjørt sínar egnu pengar. Kjølbro frá 1/8 1930 til nov. 1933.
Sendi bræv til lokalblaðið "Norðlýsið", og 21.3.2002 stóð eftirlýsing í blaðnum, har eisini mynd var av merkinum.
Hetta gav ikki beinleiðis "vinning", men nøkur nøvn komu á tapetið. Nøvn á monnum, sum á einhvønn hátt kundu ella áttu at vita okkurt. So eg at ringja, og burturúr hesum samtalum havi eg fingið so mikið fitt av upplýsningum, at til ber at gera onkra fyribils niðurstøðu. Tó fleiri upplýsningar ella meira tilfar kunnu lættliga broyta myndina.
Merkini eru trý: Eitt grønt, eitt gult og eitt reytt. Á øllum stendur J. F. Kjølbro – Klaksvík og 1 Krone. Hetta er alt skrivað við hvítum. Støddin 12 x 16½ mm, takkar 12½. Tó ovara og niðara arkrond finnast eisini skorin!
Tær rabatbøkurnar, sum eg havi fingið innlit í ella havi sæð, geva greiða ábending um, at øll merkini hava verið brúkt samstundis. Tó skal sigast, at hesar eru frá 1940 og 1941. Full bók, tvs. 100 merkir á 1 krónu, hava útloyst kr. 10,- kontant. Rabatmerkjabøkurnar høvdu persónligt talmerki.
Tey fólk ella keldurnar, eg havi haft samband við, geva varhugan av, at merkini kunnu hava verið nýtt frá 1939 til og við 1947. Ella í øllum førum frá seinast í 30’unum, men ikki í 50’unum.

Hvar eru merkini prentað?
Helst í Onglandi. Var seinna kríggið byrjað, so hevur einki samband verið við Danmark. Prentsmiðan í Klaksvík frá 1915 hevur helst ikki kunna gjørt hetta arbeiði, og í arbeiðsbókunum hjá H.N.J. í Tórshavn er eingin bílegging uppá hetta arbeiði skrásett.

Hvør hevur teknað merkini ?
Her eru tað fleiri sum hava peika á "1000 kunstnaran" Eliesar Joensen (í Pállstovu) úr Mikladali. Hann gjørdi t.d. klichéina til kr. 100,- seðilin (1940), tann føroyska – sum kom undir seinna heimsbardaga. Hann stillaði orgul og gekk umborð á skip at stilla kumpas. Eisini gjørdi hann onkra kumpas og fekst við motorar – ja, dugdi stutt sagt alt og var tískil nógv umbiðin.

Men hví tríggir litlir – grønt, gult og reytt, tvs. trý merki við sama virði, nevnliga 1,- kr. Ella vóru onnur merki?
Hetta er møguliga ein áhugaverdur spurningur, sum eg havi roynt at fingið eitt svar ella boð uppá.
Fyrst skal sigast, at Kjølbrofyritøkan var deild upp í A, B, C og D deildir. Harumframt hevði fyritøkan annað virksemi. Eisini áttu teir úthandlar, m.a. í Svínoy, har eg havi frætt, at hetta merki eisini var nýtt. Vit seta tað upp soleiðis:

Á Varpinum: Klakksvíkar Timburhandil + kontór + "Butikk", sum seldi nakað av amboðum.

Á Stongunum: Í erva, Deild A: Heilsøla + kontór. Í neðra, Deild B: Matvøruhandil, skipsklæðir, oljuklæðir, gummistúlvar, annars alt tað, ein norðingur kundi hugsa sær, sum ein klaksvíksingur sjálvironiskur tók til.

Á Biskupstøð: Deild C: Matur. Deild D: Klæði til børn, kvinnur og menn + klæði at seyma.
Har skal sigast, at á Stongunum varð beint áðrenn kríggið alt bókhaldið savnað á einum stað. Men sum sagt, rokniskapurin varð deildur upp í A, B, C og D. Tað varð "heinta inn" hvønn morgun, so ein altíð kundi síggja, hvat hvør deild gav. Sagt verður, at tað lætti um, at rokniskapurin var savnaður á einum stað. Serliga hjá kundanum, tá rokningar vóru útskrivaðar. Hann gjørdist ikki so lætt ørkymlaður.

Nú er helst lættari at skilja spurningin. Hví hevði Kjølbro trý merki á 1,- kr. við trimum litum?
Og nú hugsi eg um hesar deildurnar, sum vóru, umframt okkurt filial. Var nøkur ætlan gjørd við hesum litum?
Var hon fylgd?

Hetta er so tað, sum eg higartil havi kunna savnað um Føroya helst elsta rabatmerki. Vónandi koma nýggir upplýsningar / tilfar fram, sum kunnu kortleggja søguna betur.

Eftir standa so nakrir spurningar.
* Vóru onnur merki?
* Kunnu vit staðfesta, nær tey vóru nýtt?
* Fylgdi hvør litur einari ávísari deild hjá Kjølbro?
* Hvussu nógv merki vóru í hvørjum arki, ella vóru tey í strimlum?
* Hvar vóru tey prentað?
* Hvør var listarmaðurin?
* Nær fekk ein eitt merki ella hvussu nógv keypti ein fyri, áðrenn eitt merki (1,- kr.) var útloyst?

Merkini komu helst í nógv heim víða um í Føroyum, tí Klakksvíkin og serliga Kjølbro dróg nógv fólk til sín.
Í 1983 kom bókin: P/F J. F. Kjølbro 1913 – 1983 v/ Símun Hansen. Har kann ein lesa meira um hesa stóru og fjøllbroyttu fyritøku.

Greinin hevur áður staði í F.F.Blaðnum
við Copyright Álvur Danielsen,
PO:Box 1151, Tórsbyrgi 24, 110 Tórshavn.
Tlf 321291.
e-mail:
alvur.danielsen@postur.fo

Harleyfacadeacryl