Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar í ST skjølum

John William Joensen

Undirritaði hevur skrivað tríggjar kapitlar í bókini ”The Right to National Self Determination – the Faroes and Greenland”


Eini kapitulin er ein kanning av Føroyum og Grønlandi í ST skjølum, nevndur ”The Faroes and Greenland in UN documents”. Talan er ikki um eina gjøgnumongd av øllum skjalasavninum hjá ST, men ein kanning við sínum uppruna í eini kanningaferð til ST í New York. Skjølini, sum fram eru funnin eru leitaði fram á heimasíðum og databankum undir ST skipanini. Talan er um formlig skjøl, sum løgd eru út á alnótina. Hesi skjøl vísa á støðu Føroya í mun til altjóða sáttmálar, Danmark er partur av, hví Føroyar hava undantak á yvirtiknum málsøkjum, at Danmark ikki einsæris kann seta í gildi sáttmálar fyri Føroyar á yvirtiknum málsøkjum  og eisini er nakað um Føroyar og sjálvsavgerðarrættin í ymsum høpi. Áhugin fyri hesum kom, tí at eg í samband við serritgerð nógvastaðni fekk tað svar, at Føroyar aldri høvdu verið frammi í ST skipanin. Tá ST nú seinastu árini er farið í gongd við at leggja almannakunngjørd skjøl á alnótina, bar til at kanna hetta. Henda kanningin var mítt egna hugskot og eg havi sjálvur funnið tilfarið fram, gingið tað ígjøgnum og skrivað kapitulin um tilfarið.
Trupulleikin um tað sum higartil er sagt um bókina og kapitulin er, at fá hava lisið bókina. Hon er útgivin av einum viðurkendum Niðurlenskum forlagi og er nakað dýr. Men nakrar viðmerkingar hava verið, serliga aftaná fyrra svarið frá Per Stig Møller og uppundir Fólkatingsvalið bleiv millum manna yvið sáddur um júst hesar skeivu upplýsingarnar, og vildi Per Stig heldur ikki uttan víðari viðurkenna hesar umstøður í tí fyrsta svarinum hann gav Fókatinginum.   
Endamálið við kapitlinum er sostatt at kannað hvat finst um Føroyar og Grønland í ST skipanini. Hetta er áhugavert út frá ásjónini um ”Customary Law”, har útsagnir og gerðir av statum hava virði í  altjóða rætti. Her kann takast fram, at enn verður kjakast um gildið av donsku grundlógini í Føroyum. Danir siga at eingin mótmælti, mótstøðufólk siga at undirtøka ikki var og at eingin bleiv spurdur.  Tá høvdu vit ikki fólk vit vitan, sum kundu greiða støðuna og koma við ynskjum.
 
Kanningin fevnir um skjøl í ST skipanini og ikki skjøl í donsku skipanini..Tað má metast sum partur av donsku uppgávuni at syrgja fyri, at tær upplýsingar sum Danmark letur ST um Føroyar, erurættar. tá føroyski uttanríkispolitikkurin skal umvegis Danmark.
Sjálvur havi eg ofta undrast at støðan aftaná seinna Veraldarbardaga viðvíkjandi loysing og sambandi ikki var meira altjóða fevnandi. ST var á breddanum og enski retorikkurin fyri at kríggjast var millum annað ein frælsur heimur uttan hjálond og Danmark mátti boða ST frá um Grønland. Men einki var boðað um Føroyar og eingin í Føroyum sær út til at hava roynt at grundgivið við altjóða viðurskiftum, ella at seta Føroyar inn í ein samtekst uttanfyri ríkisfelagsskapin og fullveldi. Hetta kann hava verið, tí vit ikki hava havt fólk, sum hava verið vitandi um hesi viðurskifti og altjóða rættindi.
 
Støðan í dag er ein onnur. Í dag hava vit nógv fólk við høgari útbúgving og serkunnleika á altjóða støði. Samstundis hevur alheimsgerðin gjørt, at nógv lættari er at fáa innlit í ymisk viðurskifti. Tað ger, at vit onga umbering hava fyri komandi ættarliðum. Vit eiga í dag kunnleikan til at ansa eftir okkum sjálvum og at tryggja okkara rættindi. Hetta umfatar millum annað at rópa varskóð, tá skeivar upplýsingar verða lætnar altjóða samfelagnum um okkum og føroysk viðurskifti.
 
Málið er so seinni tikið upp av Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi, sum hevur kravt svar frá danska Uttanríkismálaráðharranum um skeivar upplýsingar lætnar ST. Her hevur danski Uttanríksimálaráðharrin í næsta svari sínum um málið nú boðað Fólkatinginum frá, at hann fer at rættað hetta í ST skipanini, altso boða ST frá, at skeivar upplýsingar eru lætnar og at rætta hesar.
 
Í meðan ger Løgmaðurr eisini av at senda Per Stig Møller bræv, har hann átalar at Danmark hevur latið ST skeivar upplýsingar og biður um at fáa hetta rættað. Og hann fer eisini eitt stig víðari og biður um at føroyingar sjálvur skulu verða umboðaðir, tá svar skulu latast ST.
 
Hetta vísir, at talan er um at tryggja okkara egnu viðurskiftir. Talan er ikki um fullveldismál í hesum sambandi. Men alt málið vísir, at tað umráðandi at vit sjálvi gera vart við okkum og um viðurskifti, sum ikki eru í lagi. Hetta vísir eisini, at eg og tú kunnu gera mun, tá vit hava rættvísi aftanfyri okkum, og at hetta er neyðugt fyri at byggja Føroyar upp, við ella uttan fullveldi, uttanfyri ella innanfyri Ríkisfelagsskapin. Tað mest umráðandi er at vit standa saman um viðurskifti, vit eru samd um og sum her, uttan at verða bangin krevja okkara rætt, at skeivleikar verða rættaðir og leggja upp til eina betri skipan og har vit sjálvi hava ávirkan. At úrslit er komið burturúr, er orsakað av at bæði fólkatingslimir og føroyska politiska skipanin, bæði andstøða og samgonga, hava tikið málið upp, og kann hetta verða eitt dømi um hvussu umráðandi tað er at arbeiði frá fleiri síðum. M.a. var nevnt í flestu donsku fjølmiðlunum, at Løgmaður hevði sent Per Stig Møller hetta brævið. Men ’timing’ hevur eisini sína ávirkan. Danmark er limur í ST trygdarráðnum í løtuni. Danmark verður vanliga sæð sum tað normativt pena barnið í flokkinum, og tí vildi tað verið sera óheppið at fingið stríð um hetta málið sum kundi hildið áfram og komið altjóða fram. Tí er tað fyri Danmark gløgt av Per Stig at viðurkenna mistakið nú. Hetta kann í altjóða samfelagnum enntá geva Danmark plussstig, tí hygg Danmark viðurkennir og rættar. Skrivliga svarið kom fríggjadagin 3. mars 2005. Sama dag hevði Per Stig eisini fund við Kofi Annan, so nú er bert upp til tann einstaka at meta um samanhang og tilvild.
 
Sigast kann at úrslit kemur burturúr, tí tjóðskaparlig semja er um at gera nakað við hetta.
 
Eg vil her eisini vísa á, at hesin kapitul er skrivaður av mær við tí fyri eyga, at vita hvat finst um Føroyar og Grønland í ST skjølum. Endamálið hevur ikki verið at finna feilir, tað var av tilvild at komið var á hesar feilir, gjørdir av donsku skipanini. Kapitulin inniheldur eisini annað um hvussu Føroyar og Grønland verða lýstar í ST skjølum og tænir hann tí sínum endamáli.
 
Harafturat er at siga, at eg sjálvur havi tikið stig til henda kapittulin. Eg havi ikki verið, ella eri limur í nøkrum politiskum flokki. Arbeiðsbólkurin settur av Norðuratlantsbólkinum, hevði skrivliga kravið í sínum sáttmála, at arbeiði ikki varð politiskt bundið, at politikkarnir ikki máttu luttaka á arbeiðsfundunum, fáa ella brúka tilfarið, áðrenn tað bleiv útgivið. Í bólkinum sótu m.a. tríggir altjóða viðurkendir proffessarar, sum neyvan høvdu vilja lagt navn til eitt politiskt manifest.
 
 
Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur
cand scient pol
 
 

Harleywoodpaint