Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FÁB mennir spælarar á bygd

John William Joensen

Fótbóltur á bygd (FáB) hevur í vetur verið á Fossanesi og á Viðareiði, og spælararnir hava verið ídnir til venjingarnar. Høvuðsvenjarin er væl nøgdur við átakið í vetur, og spælararnir halda seg fáa nógv burturúr.

Fótbóltur á bygd (FÁB) er eitt lutvíst nýtt átak, har tað verður skipað fyri fótbóltsvenjingum uttan fyri Klaksvík. Í fjørvetur vóru venjingar á Viðareiði, og hendan veturin hevur verið vant bæði á Viðareiði og á Fossánesi, har umstøðurnar eru góðar við bæði fimleikahøll og fótbóltsvølli.
Finn Johannessen er høvuðsvenjari hjá FÁB, og hann er væl nøgdur við venjingarnar í vetur.
– Spælararnir hava verið sera ídnir, og teir eru komnir til venjing fyri at læra nakað. Tí hevur tað verið hugaligt at skipa fyri hesum venjingunum, sigur hann.
FÁB hevur fingið góðan stuðul frá kommununum norðanfyri, og tær hava hjálpt til við útgerð og umstøðum at venja undir.
 
Teknisk venjing á heimavølli
Høvuðsdenturin í venjingunum hjá FÁB liggur á tekniskari venjing, og høvuðsvenjarin fegnast um, at spælararnir vilja læra nakað, og at teir taka seg støðugt fram.
Nógvir av spælarunum, sum eru við til FÁB-venjingarnar á Fossanesi og Viðareiði, spæla eisini í KÍ, og har fáa teir hvørja viku fleiri venjingar umframt dyst. Tí er tilboðið við FÁB-venjingunum eitt ískoyti til fótbóltsvenjingarnar hjá teimum í Klaksvík. Teir fáa møguleikan at arbeiða við grundleggjandi teknikki, og teir sleppa at gera tað heima í síni egnu bygd.
Fyrsti veturin við venjingum á Viðareiði eydnaðist sera væl, og tí var FÁB í vetur víðkað til eisini at umfata venjingar á Fossánesi. Hetta hevur somuleiðis virkað avbera væl.
 
Spælararnir mennast
Teir flestu spælararnir kom hvørja ferð til FÁB-venjingarnar, og teir eru væl nøgdir.
– Tað er gott við FÁB, tí vit sleppa at trena nógv við teknikkinum og at betra hann, sigur Eli Simonsen, sum er ein av teimum eldru spælarunum til venjingarnar. Hann spælir á dreingjaliðnum hjá KÍ.
Hann ferðast nógv millum Klaksvík og Viðareiði. Hann gongur í skúla í Klaksvík og venur eisini fótbólt í KÍ, men hann er altíð staddur á Viðareiði, tá FÁB er har.
– Eg haldi, at eg havi fingið nógv burtur úr venjingunum hjá FÁB, sigur hann.

FÁB-venjingarnar líða nú móti endanum fyri hendan veturin, men átakið hevur aftur í vetur roynst so væl, at ætlanin er at endurtaka tað næsta vetur.