Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ábyrgdin plaserað

John William Joensen

Málið um milliónina, sum býráðið misti í samband við svik á íleggingarfelagnum Phoenix hevur skelkað í Klaksvík.

Tað er ikki hugaligt at missa eina heila millión av borgarans pengum, men tá svik er uppií, so er ikki lætt at verja seg fyri peningaligum missi.
Enn er ikki komið so langt at kommunala eftirlitið hevur sett nakra kanning í verk um hvørvítt tað var innanfyri lógarkarmin, tá Klaksvíkar Kommuna gjørdi íløgur í íløgufelagið.
Tíðindini um at Phoenix hevði steðga øllum gjaldingum komu sera óvart á og síðani hava røddir verið frammi um at peningastovnar hava verið heldur bráræsnir tá teir í úttalilsum sínum hava gingið íløgufeløgum nær.
Ført verður millum annað fram, at orsøkin til at nógvir íleggjarar í Føroyum hava mist pening í samband við Phoenix gøluna er at finna í sviki, sum kann raka teir bestu, eisini bankarnar, tí søgan veit at siga okkum, at fólk eisini hava mist stórar upphæddir í samskifti við bankar, har svik hevur verið uppií.
Men eitt íløgufelag er ikki ein banki og vanligt er at meta bankar við stórum eginpeningi, sum tryggar í mun til aðrar peningarøklar, ið bjóða hægri rentu, tí sjálvsagt er vandin fyri at missa pening størri tá rentan er høg ímun til rentustøðið í samfelagnum í íløgutíðini.
Tað sum eftir er at fáa eina avgerð um, er hvørvítt íløgan hjá Klaksvíkar Kommunu var innanfyri landsins lógir tá hon varð gjørd, var hon tað, so er tað bert harmuligt um peningurin er mistur orsakað av sviki, hinvegin kann roknast við, at um íløgan ikki var í samsvari við lógina, so fer málið helst at fáa fylgjur fyri onkran.
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen hevur í málinum ikki krógva seg aftanfyri nakran. Í Degi og Viku fríggjadagin stóð hann fram sum ein maður og segði seg sum ovasta umsitingarliga leiðara í kommununi at standa við sína ábyrgd.
Tosað hevur verið um, hvørvítt hetta var klókt av borgarstjóranum, tí um so var at hann var meira ullintur í svari sínum, kundi hann sjálvandi vunnið tíð at umhugsa, hvønn hann kundi turkað ábyrgdina uppí, um so var, at ein møgulig kanning kom til tað niðurstøðu at íløgan var uttanfyri heimildirnar í býráðshúsinum.
Tað valdi borgarstjórin ikki at gera og tað boðar frá einum umsitingarleiðara, ið tekur ábyrgd av tí, sum hann sjálvur ikki er "faðir" at, men sum hann hevur hildið at borgarstjórasessurin hevur evstu ábyrgd fyri.