Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lagnan ikki avgjørd

John William Joensen

Í skrivandi stund er lagnan hjá KÍ í steypakappingini óviss. Orsøkin er, at tríggir ella fýra av leikarunum, sum vóru á dómaraseðlinum til dystin, hóast teir í góðari tíð høvdu fingið sáttmála við KÍ, ikki høvdu spæliloyvi í felagnum.

Talan er um dystin í steypakappingini ímóti Fram. Hetta er sjálvandi ein ógvuliga keðilig støða hjá felagnum at verið komið í, men eigur eftir okkara tykki ikki at fáa fylgjur fyri fótbóltskappingina, heldur eigur kappingarnevndin hjá fótbóltssambandinum at umhugsa eitthvørt umsitingarligt um so er at KÍ skal straffast.
Og møguliga er tað ov hart at geva KÍ eina bót, tí kanska átti skipanin hjá fótbóltssambandinum verið soleiðis, at tá leikarasáttmálar vórðu góðkendir av fótbóltssambandinum, so átti kanska onkur mekanisma farið ígongd, soleiðis at ein vissaði sær, at spæliloyvini samstundis vóru til staðar.
Allir fýra leikararnir, sum talan er um, hava gjørt sáttmála við Kí í góðari tíð í november og desember seinasta ár og síðani tá hevur verið øllum kunnugt at leikararnir skuldu leika við KÍ, eisini feløgini, sum leikararnir eru farnir frá.
Flestu ítróttarfólk minnast helst at HB á sinni misti eitt meistaraskap orsakað av at eitt eftirnavn á dómaraseðlinum var skeivt. Síðani tað hevur verið tosað um, at dystir og kappingar ikki skulu avgerast á skriviborðinum, men á vøllinum. Skuldi KÍ fingið harðastu straffina, nevniliga at vera dømt at tapa dystin, so hava vit øll aftur skriviborðstrupulleikan, tí tað frættist eisini frá øðrum felag, har alt ikki hevur verið í lagi í byrjanini av hesi kappingini.
Tað, sum eisini eigur at vera tikið við, tá vurderað verður revsiútmáting er, at fleiri persónsútskiftingar hava verið í KÍ seinastu tíðina og hóast slíkt ikki skal koma fyri, so kann í praksis vera trupult hjá nýggjum fólki at fylgja við øllum lógum og reglum.
Eisini eigur at vera tikið við, at við at tað vælsagtans illa kann hugsast at KÍ skal royna at svika við loyvum til ein dyst ímóti Fram, við allari virðing fyri ítróttarfelagnum fram, so átti KÍ eisini at megnað at vunni ein dyst ímóti teimum, sjálvt um hesir nýggju menninir á KÍ liðnum ikki vóru við.
Vit skulu vera fyrstir at taka í egnan barm og siga, at slíkt ikki eigur at koma fyri og at støðan er sera óheppin fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Hinvegin eiga vit fyrst og fremst at hugsa um ítróttina og at fáa alt at glíða sum best og tað má ikki henda at tað eisini skal vera ein ítrótt at blása mál upp á óneyðuga høgt støði til skaða fyri ítróttina.
Sum skilst hevur onki av ítróttarfeløgunum kalagað um nakað hjá kappingarnevndini, heldur ikki HB ella ÍF, sum kendu støðuna tá KÍ aftana dystin ímóti Fram og frammanundan dystinum ímóti HB fekk viðurskiftini við hesi bæði feløgini uppá pláss og spæliloyvini flutt til KÍ í páskavikuni.