Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toyota í Klaksvík í nýggj hølir fyrst í oktobur í ár.

John William Joensen

Reyni Service hevur í dag undirskrivað byggisáttmála við sp/f Norðhús í Klaksvík.


Eftir at hava verið í leigaðum hølum í gott 15 ár sær Reyni Service fram til at flyta í nýggjan bygning á ídnaðarøkinum við Borðoyavík í oktober í ár.
Reyni Service hevur í dag undirskrivað byggisáttmála við sp/f Norðhús í Klaksvík.
Eivind av Reyni sigur at hann hevur sæð nakað av tí arbeiði sum Norðhús hevur gjørt og er í gongd við í løtuni í Klaksvík, og at tað sær sera gott út, so hann ivast ikki í at teir fáa ein góðan bygning.
Bygningurin hjá Reyni Service verður umleið 600 fermetrar til støddar, pláss verður fyri 6 bilum inni í sýnisglugganum, til samanberingar kann viðmerkjast at í Havn er einans pláss fyri trimun bilum.
Grundøki er umleið 2300 fermetrar til støddar, so har skuldi verði laga manni at sett bilin frá sær,
í mun til verðandi umstøður.
Við nýggju umstøðunum eru vit sannførdir um at nógvu viðskiftafólk okkara í Norðoyggjum koma at uppliva eitt enn hægri tænastustøði, tí møguleikarnir við nýggjari útgerð á verkstaðnum, saman við økta plássinum kemur at gera tað nógv arbeiðsligari enn í dag, leggur Eivind av Reyni aftrat.
Eivind er eisini sera fegin um at bygningur kann standa klárur til tær avbjóðingar sum tunnilin til meginøki kemur at føra við sær.