Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tróndur Vatnhamar legði B36 blusuna frá sær til frama fyri HB búnað: Tróndur hevur stóra virðing fyri Bárður

John William Joensen

Hann varð útnevndur til ársins málverja í 2000 og í dag er hann sjúkur eftir aftur at sleppa framat at royna seg.

Tróndur Vatnhamar bleiv av álvara kendur sum málverji í fremstu føroysku deildini tá hann gjørdist ársins málverji í 2000.
Síðani var hann við til m.a. at vinna greipuna tá B36 í 2001 gjørdist bæði steypavinnari og føroyameistari.
– Eftir at hava vunnið greipuna fyri B36, sum jú var besta úrslitið nakrantíð í søgu felagsins, var tað sum um at ein ikki longur tók uppgávuna í nóg stórum álvara.
– Nú skuldi eingin longur koma og fortelja mær nakað og tí legði ein einki í um onkur venjing var forsømd, men úrslitið bleiv at ein at enda ikki var nøgdur við tað ein sjálvur vísti á vøllinum.
– Í fjør vunnu vit so silvur og tað var als ikki nøktandi fyri okkum. Ein partur av orsøkini til at vit ikki vunnu gull lá kanska hjá mær, og tað skal eg nokk eisini taka ábyrgd av, men eg haldi ikki at eg átti alla ábyrgdina.
– Tá so felagið skrivaði undir sáttmála við landsliðsmálverjan, Jákup Mikkelsen, so gjørdist kappingin heldur ójøvn tá ein hugsar um tær treytir, sum hann fær frá felagnum og tær sum mær stóð í boðið.
– Vit kendu tað sum eitt stórt minus, at vit ikki megnaðu at vinna meistaraheitið og tí gjørdust øll smámál til stórar trupuleikar og tað var ein útbreidd misnøgd millum leikarar tá kappingin endaði og var hetta sjálvandi eisini viðvirkandi til at eg gjørdi av at tíðin var komin til at royna okkurt nýtt.

Tapti 15 kg
At tað var ein røtt avgerð at skifta felag, ivast Tróndur ikki í.
– Tað er eingin loyna at eg havi havt ávísar trupuleikar við kroppsvektini og tá kappingin endaði í fjørð var eg so tungur sum eg ongantíð havið verið áður.
– Tað at skifta felag gav eisini mær eina stóra avbjóðing og hevur eisini gjørt at eg havi verið meiri miðvísur í mínari venjing, ja eg havi verið so svangur eftir at venja at eg í dag havi tapt heili 15 kg, tíðina eg havi verið í HB.
– Nú skal eg sjálvandi ikki geva HB alla æruna fyri hetta, tí sjálvur havi eg eisini lagt mína matvanar um.
– Pylsur, burgarar og annað fitandi er lagt á hylluna og í staðin etið eg nú feitt frían mæt og tað hevur saman við fótbóltsvenjingini givið úrslit.
– Onkur segði einaferð at tú verður tað tú etur og tí man eg óivað hava etið ov nógvar perur tí kropsformurin hjá mær líkist akkurat eini peru, sigur Tróndur skemtandi

Trívist væl í HB
Tróndur sigur at hann hevur tað sera gott í HB.
– Vit hava ein sterkan hóp við eini góðari blanding av ungum evnaríkum- og eldri royndum leikarum.
– Stemningurin  í umklæðingarrúminum var altíð sera góður í B36 og hann er ikki minni góður í HB umklæðingarrúminum og tað hevur nógv at siga fyri  meg.
– Annars haldi eg ikki at tað er sera stórur munur millum Havnafeløgini sum eru sera væl virkandi, og hóast eg av og á verið argaður fyri at hava skift frá B36 til HB, so eru tað bara tey bíttu fólkini sum ikki longur vilja heilsað upp á meg, og tey kann eg liva fyriuttan.
– Tað skal eisini sigast at eg havi verið sera væl móttikin í HB, bæði av leikarum og viðhaldsfólkum og tí kenni eg meg sera væl í HB.

Heldur nógv av Bárður
Tróndur hevur enn ikki vunnið sær fast pláss á fremsta HB-liðinum, tí tað eigur Bárður Johannesen framvegis, og sambart Tróndi so verður tað ikki ein løtt uppgáva at vinna plássið frá kappingarneytanum.
– Eg og Bárður kennast væl og hava eitt sera gott vinarlag.
– Hann er ein tann ídnaðsti og seriøsasti ítróttarmaðurin eg havi verið saman við og eg kenni tað sum um at eg kann læra meiri av honum enn hann av mær.
– Hann er ein sera góður málverji sum bankar á dyrnar hjá landsliðnum og tí verður tað sera trupult hjá mær at fáa spælitíð, men hinvegin er kappingin long og tí vanti eg eisini at tað fer at vera pláss fyri mær.

Harleyfacadeacryl