Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listaframsýning í Kunningarstovuni

John William Joensen

Allan apríl mánaða hevur Magna Aðunsson listaframsýning á Norðoya Kunningarstovu. Framsýningin letur upp týsdagin 5. apríl 2005 klokkan 17.00.

Annars er framsýningin eru opin í vanligari upp og afturlatingartíð hjá Kunningarstovuni.
Við á framsýningini er nakrir og tríati akrylmálningar. Magna hevur seinsta skúla árið verið lærari við Mikladals Skúla, og tí bera nakrir av málninigunum brá av Kalsoynni og umhvørvinum har á leið.
Magna er fødd og uppvaksin í Klakksvík, hon er útbúgvin skúlalærari, hevur búð í nógv ár í Íslandi har hon fekk gongd á síni listarligu evni.Hevur síðan einaferð í nítiárunum búð í Føroyum, men ár 2000 flutti hon til Danmarkar, men flutti so sum sagt aftur til Føroyar í 2004.
Framsýningar hevur hon havt í hópatali, ikki bert í Føroyum og Íslandi, men eisini í Noregi, Svøríki og Danmark.
Hon hevur nomið sær kunnleika um list frá lærarum á Listaskola Islands, Hægri læristovni í Aberdeen í Skotlandi, á Thorstedlund Kunsthøjskole í Danmark og eisini á Føroya Læraraskúla við list sum sergrein.
Nógv av hugskotum hennara til myndirnar koma frá barnaárunum í Klakksvík,  eisini koma tey frá tí hon hugsar, ímyndar sær og eisini frá øðrum listafólkum.
Fotomyndir og røðrslur kunnu eisini geva henni hugskot. Listaverkini eru tey flestu úr Norðoyggjum. Myndir kunnu eisini síggjast á heimasíðuni hjá Magnu, har onkur er við á framsýningini: www.galleri-magna.dk

MAGNA AÐUNSSON
OG
NORÐOYA KUNNINGARSTOVA