Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkin fær sín besta møguleika at gerast sannur metropolur

John William Joensen

Nú fasta sambandið gerst veruleiki um eitt ár ella so, hava vit vent okkum til fyrrverandi borgarstjóran í Klaksvík, Jógvan við Keldu, sum reisti málið um Norðoyatunnilin á sinni.

Vit hava sett honum spurningin um, hvussu hann metir framtíðina, nú eitt størri og kanska sterkari øki nærkast okkum av álvara.
Eru vit nóg væl fyri til hesa stóru avbjóðing?
Tað, sum eg haldi hevur ein ótrúliga stóran týdning, nú meginøkið nærkast okkum er, at vit eru væl fyri við grundøkjum til sethúsabygging.
Vit skulu minnast til at í 1980-unum vóru ikki færri enn 200 grundstykkir útstykkjaði, og soleiðis sum eg havi skilt, so hava vit ein bíðilista har ímillum 100 og 150 borgarar standa og bíða eftir at sleppa ígongd at fáa sær tak yvir høvdið og tað kann ein býur sum ætlar sær nakað frameftir ikki liva við.
Roknast kann við at Klaksvíkin komandi 10 árini fer at vaksa við 500 fólkum ella kanska meira.

Miðbýurin
Sjálvsagt er eisini sera umráðandi at borgarar trívast í nærumhvørvinum og tí er sera neyðugt at vit koma úr startholinum í samband við miðbýin.
Mangan verður havt á munni ímillum klaksvíkingar, at handlarnir hava ov lítið at bjóða og tí fer longu nú ein stórur partur av umsetninginum úr býnum.
Um so, er at hetta er rætt, so er einki at siga til at handlar ikki kunnu nøkta tørvin hjá borgarunum betur enn teir gera, tí ídag er kundagrundarlagið ikki meiri enn 5000 fólk, men tá ið fasta sambandið er komið ímillum Norðuroyggjar og meginlandið, verður kundagrundarlagið 10, 15, 20 ella kanska 25.000 fólk, tá kemur tað heilt av sær sjálvum at útboðið verður á heilt øðrum støði enn tað er ídag, men tá er treytin eisini at vit klára at kappast við restina av økinum.
Eg havi sagt tað fyrr og havi onki ímóti at endurtaka, at um so er at eingin miðbýur kemur við eini handilsmiðstøð, so koma handlar í Klaksvík sum heild at missa umsetning, meðan tað hinvegin kemur at vera stórur umsetningsvøkstur, eisini fyri satelitthandlarnar, sum koma at liggja kring um í býnum.

Skúlin
Triðja málið, sum er neyðugt at gera nakað munadygt við er fólkaskúlin, sum eg sjálvur harmist um, at ov lítið bleiv gjørt við meðan eg sat, hóast byrjanin til ístandseting og nýmótansgerð av Ziskatrøðskúlanum varð sett í verk tá.
Vit skulu gera okkum púra greitt, at Ziskatrøðskúlin er 45 ára gamal, tann nýggjasti parturin, meðan restin fer at vera út ímóti 80 árum, alt bygt í tíðum tá krøvini til skúlahølini vóru heilt øðrvísi.
Um vit so hyggja at Ósáskúlanum, so var hetta bara ein fyribilsloysn í 1974, har vit hugsaðu okkum at 1. til 4. flokkarnir skuldu búleikast. Tí er hesin skúlin heldur ikki væl hóskiligur ídag.
Í 1980-unum var eitt frálíkt og væl gjøgnumhugsað projekt gjørt av einum nýggjum skúla uppi undir Fossum, men av tí at føroyska samfelagið kom út í eina álvarsliga kreppu, steðgaði hetta upp, og tað er at harmast um.
Um so er at kommunan fær nøkta tørvin hjá teimum sum vilja setast í búgv, so kunnu vit rokna við eini 100 til 200 børnum afturat í fólkaskúlanum, so her má leggjast dentur á útbygging.

Listadepilin við tónlistaskúlanum og ætlanir
Eg fegnist um, at útbyggingin av Ánunum gongur væl og at vit fáa eitt væala havnaøki, sum kemur at kunna brúkast til fleiri vinnulig endamál.
Ikki altíð varð tosað so positivt um økið, sum vit løgdu út sum ídnaðar- og handilsøki við Borðoyarvík í 1980-unum, men har síggja vit at tað ídag er fult útbygt, og tí er umráðandi at núsitandi býráð leggur nýggjar ætlanir 5-15 ár fram í tíðina, sum eg veruliga haldi at ov lítið er gjørt við seinastu árini, tí ov seint er at fara til verka tá økini skulu brúkast.
Fyri at koma aftur til miðbýin so er ongin ivi um, at kommunan einsamøll hevur ikki ráð til listadepilin og Tónlistaskúlan har projektið fyriliggur. Tí er umráðandi, sum eisini hevur verið ætlanin frá byrjanini av, at man fer út at vita hvørjar fíggingar eru møguligar til slíka bygging, her eigur eitt stórt arbeiði at vera lagt í, tí tað hevur stóran týdning fyri lokalsamfelagið at tónlistin og sosiala samveran hevur góðar karmar.

Ein góðan bý
Onkur heldur helst, at tað er lætt hjá mær, sum uttanfyristandandi at áleggja teimum sum eru vald inn í býráðið at fremja nøkur mál.
Til hetta er at siga, at hesi fólk júst eru vald til hetta og umráðandi er at býráðspolitikarar við nýhugsan 10 – 15 ár fram í tíðina geva okkum ein attraktivan og góðan bý at liva í. Ja, ein sannan metropol, tí júst nú er møguleikin.