Stjørnan leikti ein útidyst ímóti Tjaldrinum ídag og úrslitið gjørdist ein knúsandi sigur til Stjørnuna.
Hóast Stjørnan valla hevur møguleikar fyri at gerast meistarar í ár í bestu kvinnudeildini orsakað av tapinum ímóti VB, so hava tær ikki heilt mist mótið og royna at fáa sum best burturúr málmuninum. Men vegurin er langur um so er at tær skulu fáa VB aftur í málmuni og sostatt hava møguleika tá tær aftur skulu hitta VB á heimavølli.
Men í dag gjørdu tær eina roynd ímótí Tjaldrinum tá tær vunnu heili 57-10.




