Framrokningar fyri 2006 vísa at inntøkurnar hjá Landskassanum verða tær somu, og alt annað líka kemur hetta at merkja størri undirskot
Inntøkurnar hjá landskassanum fyri 2006 verða spáddar at vera tær somu, sum í 2005 og tá lógarbundnu- og lønarútreiðslurnar hjá landskassanum vaksað á hvørjum árið verður neyðugt hjá politikarunum at fremja fleiri skerjingar í útreiðslunum um undirskotið hjá landskassanum ikki bara skal vaksað.
Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri sigur við Norðlýsið, at tað er umráðandi at undirskotið hjá landskassanum ikki verður størri enn 200 milliónir, sum tað er í løtuni.
– Tað er nakað tíðliga at meta um inntøkurnar fyri komandi ár, men tað er ikki serliga hugaligt at lesa at eingi útlit eru fyri vøkstri í inntøkunum komandi ár.
– 200 milliónir svarar til 2% av B.T.Ú. og er hetta innan fyri markið upp á 3% sum ES hevur sum minstakrav.
– Men vit eru so smátt farnir at hyggja eftir tølunum fyri komandi ár og hvussu raksturin hjá landskassanum kemur at síggja út, og um inntøkumetingarnar koma at halda so verður allarhelst neyðugt at fremja tillaðingar í útreiðslunum, sigur Bárður Nielsen við Norðlýsið




