Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stevnan hjá hornorkestrunum í Føroyum

John William Joensen

Komandi fríggjadag, sjálvan Dýra Biðidag, verður Musikkstevnan 2005 sett í KÍ-høllini í Klaksvík.

Tiltakið byrjar kl. 14:00 tá Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, setur stevnuna. Sum vanligt er, verður vertsorkestrið fyrst á pallinum. Íalt 8 orkestur luttaka.
Stuttir steðgir verða meðan orkestrini fara av og koma á pallin. Høvi verður tá at fáa sær ein kaffimunn ella annað, inni í KÍ-cafe’ini.
Tiltakið verður liðugt umleið kl. 16:30 og atgongumerkið kostar kr. 50,00.