Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36 átti yvirtaki

John William Joensen

Leingi sá út til at KÍ skuldi fáa javnleik í Gundadali, men so avgjørdi ein sera væl leikandi Allan Mørkøre.

Við einum væl leikandi Jákupi Mikkelsen í málinum og einum altíð vandamiklum Allan Mørkøre í álopinum var sigurin hjá B36 uppiborðin, men KÍ hevði tó fleir møguleikar at avgerða.
KÍ var legði stóran dent á at fáa tamarhald á miðvøllinum, og hetta eydnaðist eisini men í borðinum sá ikki gott út í fyrra hálvleiki, har álopini hjá B36 fløddu upp gjøgnum vinstru síðu hjá KÍ.
Tað vóru eisini trupuleikar í vinstra borði sum gjørdu at B36 fekk fyrsta máli tá Bergur slapp einsamallur ígjøgnum. Obi hjá B36 heddaði bóltin í netið.
Í 60. minutti var Hjalgrím sendur av stað og hóast hann hevði tveir verjuleikarar frammanfyri sær, og ein púra leysan Erling Fles til høgru, so valdi hann at skjóta sjálvur, og bólturin sang í síðunetinnum. – Eitt sera vakur mál.
KÍ hevði fleiri góðar møguleikar men Jákup Mikkelsen syrgdi fyri at einki spurdist burtur og í 72. minnutti varð dysturin avgjørdur.
Miðverjan hjá KÍ feildømur eina sending, og bólturin endar hjá Allan Mørkøre, sum uttan at blunka ripar kúluna í málið.

Meiri í blaðnum fríggjadagin

Harleywoodpaint