Í sambandi við áheitanina um, at reisa misálit á Løgtingsins umboðsmann Joen H Andreassen
Til
Sjónvarp Føroya
Útvarp Føroya
Dimmalætting
Oyggjatíðindi
Sosialurin
Norðlýsið
FF Blaðið
Í sambandi við áheitanina um, at reisa misálit á Løgtingsins umboðsmann Joen H Andreassen, skal formansskapurin á Tingi nú málsviðgera áheitanina, og skal áheitanin ið varð sett fram lýsast í stuttum:
Málið byrjaði við eini grein í Dimmalætting tann 4.2.2005:
Tann 11.2.2005 hevði Dimmalætting verið í samband við advokatin Bjørn á Heygum ið gjørdi galdandi, at tann táverandi umsitingarligi sorinskrivari Joen H Andreassen var so mikið strongdur, at hann ikki var førur fyri at umsita Føroya Rætt og Tinglýsingina uttan mistøk!
Hesi viðurskiftir fekk undirritaða at gera viðmerkingar í Dimmalætting tann 3. og 9.3.2005:
Greinin endaði við eini áheitan á Løgtingið um, at reisa misálit á Løgtingsins umboðsmann Joen H Andreassen, av tí at Løgtingsins umboðsmaður ikki hevði umsitið undanfarna starv eftir forskriftinum!
Í Dimmalætting tann 18.4.2005 varð fyrispurningur settur til Løgtingsins formann og formans-skapin á Tingi hvussu gekk við áheitanini um misálitið.
Fylgjandi brot úr greinini Láturverjuna frá 3. og 9.3.2005 skal verða endurgivið:
Annfinn Hansen, men navnið hjá Bjørg Hansen, og niðast á somu síðu undir Viðmerkingum stóð Ægtepakt. Hetta er eins álvarsamt at seta til viks, sum . . at seta treytirnar í fiskiloyvinum til viks við at fara inn á stongdar leiðir, tí tá verður viðkomandi stemplaður og dømdur sum veiðutjóvur, munurin her er, at her er talan um eina sethúsaogn við einum greiðum Tingblaði, og tí eigur viðkomandi at verða stemplaður sum sethúsatjóvur. Ein hvør, eisini ein hvør advokatur og dómari, veit at hetta sum fór fram er stuldur!
name it you get it!.
Eisini verður brot úr fyrispurningi til Løgtingsins formann og formansskapin á Tingi frá 18.4.2005 endurgivið:
Tá undirritaði læs greinina og sá, hvussu advokaturin Bjørn á Heygum feiaði tað ið var farið fram undir gólvteppið var tað ovboðið, tí undirritaði hevði eisini verið útsettur fyri at men valdi undirritaði at bíða í ein mánað, til løgfrøðingar høvdu gjørt viðmerkingar, áðrenn undirritaði skrivaði:!
Treytaleyst, so ber tað ikki til at gera eina løgfrøðiliga viðmerking, uttan at øll tign varð tikin frá teimum persónum sum vóru umrøddir, soleiðis at teir vórðu gjørdir óverdigur til teirra tignarligu størv, um nevndu persónar ikki vóru førir fyri at reinsa seg, til dømis Løgtingsins umboðsmaður Joen H Andreassen!
Undirritaði hevur áður sett táverandi sorinskrivara Joen H Andreassen í somu støðu, men tá var tað neyðugt fyri at verja egin áhugamál, men valdi sorinskrivarin tá, at melda 3persón / boðbera Dan Klein, blaðstjóra á Oyggjatíðindi, ið viðførdi eitt justitsmorð á nevnda 3persón, tá hann varð dømdur treytaleyst í fongsul í 60 dagar, men boðskapurin / justitsmorðið rein ikki við boðberan!
Hetta var og varð framt fyri, at undirritaði ikki skuldi greiða frá síni vitan, og tað sum undirritaði við familju hevði verið ígjøgnum , og hetta lat seg gera við tað, at øll Rættarskipanin; Rætturin, Ákæruvaldið, Verji og ávísur partur at tí 4stjórnarvaldinum spældi við!
Tað, at uppliva at 3persónur varð meldaður og dømdur í fongsul fyri at vera boðberi hjá undirritaða, uttan at tað nyttaði at gera vart við hendan skeivleika, var ræðuligt, men hetta at 3persónur varð dømdur, var tað sum skuldi til fyri at Joen H Andreassen kundi halda áfram sum sorinskrivari- og tinglýsingardómari!
Í dag verður tað ikki roknað sum løgfrøðiliga ráðiligt, at fara upp ímóti fyriliggjandi Hægstarættardómi ið tekur støði í § 10 í Mannarættindakonventiónini, ið staðfestir boðberarastøðuna sum er vorðið friðhalgað!
Løgfrøðiliga, um eitt misálit fellur í Løgtinginum, er tað ikki tað sama sum eitt samt álit á persónin.
Tórshavn, tann 25.4.2005
Bergur Wardum
Vónandi stendur persónurin Bergur Wardum ikki í vegin fyri, at Sosialurin v/ Jan E Müller, ábyrgdarstjóri og nevndarlimur í Tryggingarfelagið Føroyar, og Útvarp- og Sjónvarp Føroya v/ Jógvan Jespersen, ábyrgdarstjóri og nevndarlimur í Føroya Banka bera hetta tíðindaskriv víðari.




