Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvennakór Kópavogs var á vitjan í Klaksvík síðsta sunnudag

John William Joensen

Kórið er ungt, bert trý ár og er hetta fyrista ferðin uttanlands hjá kórinum.

Tær sungu í Christianskirkjuni sunnudagin kl 16.00, har heilt væl av fólki hevði leita sær til at lurta.
Kvennakór Kópavogs sungu fjølbroytt úrval, bæði innan kirku- fosturlands- og popsang. Løg frá Íslandi, Korea, Mexico, Ruslandi og eisini Beatles, Paul Simon, og Andrew Lloyd Wedder høvdu smíðað tónleikin til tað breiða úrvælið, sum tær 32 damurnar sungur sera hegnisliga.
Kvøða til Klaksíkar eftir Bernhard Brim við lag eftir Sigfús Halldórsson sungu tær eisini – Tí vildi tær eftir konsertina eisini fáa at vita: "hvar er Oyrafjall"??
Tær megnaðu væl sangin, so ymiskur hann var. Við á ferðini vórur tær útbúnar sangarinnur: Sigríður Sif Sævarsdíottir, sopran og Inga Sæmundsdóttir, alt.
Kópavogur er sum kunnugt vinarbýur Klaksvíkar, og stóð ferðin annars eisini í hesum ljósinum. Tær fingu gávu frá býráðnum umframt sjálvandi Klaskvíks-nálina. Tað vóru enn fleiri vinarbond knýtt og enn fleiri
teldupostadressur  komu á yvirlitið.

Harleyfacadeacryl