Nú um dagarnar hava Hans Hjalti Skaale, Býargartnari, og hansara fólk verið at sæð við einari nýggjari maskinu á teimum grønu økjunum í Klaksvík.
Vit hava vertikalskorið svørðin við einari serligari maskinu. Endamálið er at lufta bøin og fáa ein tættari og vakrari vøkstur. Maskinan sker foyrir í svørðin, sum eru 1–
Hetta arbeiði er nýtt í Klaksvík og Hans Hjalti er sera spentur upp á úrslitið. Tað stóra økið, sum hýsir Summar Festivalinum er eisini vertikalskorið.
Eftir at Hans Hjalti og hansara fólk gróvu dren í økið fyri hálvumøðrum ári síðani, er økið blivið munandi turrari og vakrari. Tað er næstan ikki til at kenna aftur frá tíðini, tá ið fólk næstan ikki komu turrskødd tvørtur um bøin.
Á myndini síggjast paralellu foyrurnar, sum eru skornar í bøin.




