Fíggjarmálaráðharrin var kallaður "politiskur analfabetur" av einum av sínum egnu, og tað er staðfest ídag.
Ongin skilir hví Toll og Skatt skal flytast úr Klaksvík og til Gøtu. Ídag var býráðið í Klaksvík í Havn og royndi at gera sítt til at Toll og Skatt bleiv verandi her, men til fánýtis. Tað liggur á ljóði at samráðingarmenninir hjá Klaksvíkar Kommunu fóru so langt, sum til at bjóða fram hølir uttan at tað rein við "politiska analfabetin" í fíggjarmálastýrinum.
Sambandsflokkurin hevur havt ringar tíðir í Norðoyggjum heilt síðani læknastríðið á sinni og tað er heilt víst, at við hesum seinasta nosinum frá fíggjarmálaráðharanum Bárði Nielsen á odda og við Óla Heinesen sum fylgisneyta kann flokkurin gloyma alt um at fáa mann valdan á ting til næsta val.




