Í samand við at Liverpool spælir seinnu Championsleague semifinaluna móti Chelsea nú týskvøldið, verður skipað fyri Liverpool treff’ið í BAROK.
Byrja verður at hita upp kl.18.30, við einum góðum búffi, kaffi og onkrum góðum aftur við. Dysturin byrjar kl.19.45, og verður vístur á stórskíggja. Kostnaður 120,- fyri alt tiltakið. Tekning fer fram á tlf. 216676.




