og føðingardegnum, umborð á Nærabergi, slapp Joan ikki undan sum so.
Frá morgunstundini av varð hon handtikin av vinfólki, og fekk buksuvatn so tað stóð eftir í.
Hon varð oyst undir í ymiskum flótandi, alt frá vatni til lýsi. Eftir at hava verið undir brúsuni, kom hon í galluna at fáa sær morgunmat.
Vinkona hennara, Lív Lutzen, hevði verið tíðliga á fótum, og saman við kokkunum vórðu 4 lagkøkur gjørdar, har tvær av teimum vóru skrýddar við myndum av føðingardagsbarninum. Køkurnar kunnu síggjast á myndunum.
Fiskiskapurin hevur verið nógv lakari seinastu dagarnar, og bert okkurt hendinga hálið hevur verið at fingið. Samlaða nøgdin í frystilastini man fara at tátta í 550 tons í kvøld, og samanumtikið er tað gott.
Í gjár var tyrlan hjá Atlantsflog hjá okkum eftir einum persóni, ið varð fluttur á landsjúkrahúsið. Viðkomandi hevur verið trongur um bróstið seinastu dagarnar, og skiparin helt bestu avgerðina vera, at fáa mannin undir læknahond.
Tað varð skjótt og væl atborið, tá tyrlan kom á knøttastøðuna, og eftir fáum minuttum settu teir ein mann umborð, ið festi tann sjúka til spælendan á tyrluni, og síðani varð maðurin heysaður upp. Eg tók nakrar myndir av tilburðinum, so fólk kunnu síggja, hvørja fantastiska nyttu, og ikki minst tryggleika, ið vit fáa, við at hava eina vælvirkandi tyrlutænastu. Í dag frætti eg, at persónurin, ið fluttur varð á landsjúkrahúsið, eftir umstøðunum hevði tað gott.
Á næstseinasta túrinum í írskum sjógvi, varð ein tyrla frá írsku tyrlutænastuni eftir einum manni av Nærabergi. Tá fekk ein persónur skaða, ímeðan ein lúka varð umvæld. Hann fekk lúkuna í høvdið, og fekk eitt ordans sár, og bløddi heilt illa. Hann kom tíbetur væl frá óeydnistilburðinum, og hevur verið umborð aftur síðani.
Sjúku og vanlukkutilburðum slepst valla undan umborð á fiskiskipum okkara, og mega vit tíverri liva við hesum, sum einum parti av gerðandisdegnum umborð. Meti tað tí rætt at greiða frá tílíkum eisini, – hóast fráboðanir um skaða og sjúku ikki eru besti tíðindi at fáa hjá teim avvarandi.
Annars havi eg lagt nakrar fáar myndir út av persónum, ið eru við á hesum túrinum.
Havi annar ikki havt so góðar stundir at skriva á hesum túrinum, men ætli mær ein túr niður undir á verksmiðjuna, at taka nakrar myndir, tá høvi býðst.
Alt tað besta.
Jógvan
jogvan@naraberg.jfk.fo




