Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað dregur út við KÍ-venjaranum

Oliver Joensen

Sum Norðlýsið frættir, so var nevndin hjá KÍ ikki fullmannað seinnapartin og tí verður bíðað til seinni í kvøld ella kanska í morgin tíðliga.

Vit hava fregnast um hvussu gongst við at seta nýggjan venjara hjá KÍ. John William Joensen sigur, at teir skuldu hava fund nú seinnapartin, men orsakað av at Gestur Hovgaard er á veg úr útlondum við flúgvara og verður í Klaksvík seinni í kvøld og onkur annar nevndarlimur ikki var tøkur seinnapartin, er avrátt at fundurin verður seinni í kvøld ella tíðliga í morgin.
Gitingarnar hava verið nógvar um hvør verður settur. Nøvn sum Petur Mohr, Oddbjørn Joensen, Abraham Løkin og Jóannes Jacobsen hava verið uppi og vent, hóast vit ikki fáa nøvnini váttaði. Men møguliga fáa vit eitt úrslit seinni í kvøld.

Harleywoodpaint