Norðlýsið frættir, at nevndin hjá KÍ fyri løtu síðani fór á fund. Til viðgerðar er spurningurin um nýggjan venjara.
Eftir øllum teknum í sól og mána, so verður nýggjur venjari settur fyri Ova Flindt Bjerg í kvøld. Fyri løtu síðani fór nevndin á fund og okkum er lovað at vit skulu frætta um komið verður til nakra niðurstøðu í kvøld.




