Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg aftur av rekordtúri

Oliver Joensen

Gongst sum ætlað, verður Næraberg á Klaksvík aftur mánadagin og er hetta besti túrurin síðani skipið kom til landið.

Tað hevur gingið væl hjá Nærabergi hendan túrin. So nógv hevur verið at gjørt, at tíðindamaður okkara umborð nóg illa hevur fingið rætt sær ryggin til at skriva. Men nú frætta vit, at so væl hevur gingist hendan túrin at skipið kemur fullastað á Klaksvík mánamorgunin eftir ein túr, ið bert hevur vart í 20 dagar.
Næraberg tekur um 800 tons av surimi og 250 tons av mjøli.
Hanus Hansen, stjóri á JFK sigur, at prísirnir á surimi eru hampuligir í løtuni, onkuntíð hevur prísurin verið hægri, men gjøgnumgangandi eru prísirnir hækkandi.