Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór bilastevna í Klaksvík

John William Joensen

Dagarnir 28. og 29. mai skipar KÍ-Fyriskipan fyri stórari bilastevna í Klaksvíkar Ítróttarhøll.


Sum vanligt er, so verður høllin á tremur við nýggjastu bilum og verða øll tey kendastu merkini umboðaði. Umframt bilarnir, so verður nógv annað knýtt at stevnuni og verður meira at frætta um tað í komandi viku. Stevnan verður sum sagt leygardagin 28. og sunnudagin 29. mai og er hon opin frá kl. 14.00 til 21.00.