Shakin’ Stevens, sum skal spæla á Summar Festivalinum í august, selir nógvar fløgur í Bretlandi í hesum døgum
Savnsfløgan hjá Shakin’ Stevens, Collectable, hevur rættiliga havt vind í seglunum, síðani hon varð givin út í Bretlandi fyri nøkrum vikum síðani.
Fløgan seldi longu fyrstu vikuna 100.000 eintøk, og útgávan hevur verið millum 10 tær best seljandi útgávurnar í Bretlandi seinastu vikurnar.
Á almenna sølulistanum The Official UK Top 75 Albums hevur Shakin’ Stevens seinastu tríggjar vikurnar ligið nummar 10, 5 og 4.
Eisini í Danmark hevur sølan av fløguni verið óføra góð, og í sambandi við eina konsert í Tivoli herfyri, har Shakin’ Stevens spældi fyri 20.000 fólkum, fekk hann eina sonevnda platinplátu handaða fyri at hava selt 40.000 eintøk av seinastu savnsfløguni hjá sær í Danmark.
Shakin’ Stevens spælir í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í august.




