B36 kvinnurnar, sum verða mettar at vera harðasti kappingarneytin hjá 1. deild kvinnum hjá KÍ, mátti ídag lúta á heimavølli við tveimum málum móti 4.
Orsaka av vánaliga fartelefonisamskiftinum ídag, hevur tað ikki eydnast okkum at fingið nakra frágreiðing um dystin hjá kvinnunum ídag, sum byrjaði kl. 12.30. Bert vita vit, at tá dysturin endaði var sigurin hjá KÍ veruleiki. KÍ-kvinnurnar vunnu 4-2 á B36, eitt skiftið var støðan 2-0 til KÍ.




