Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forsølan gongur strúkandi

John William Joensen

Áhugin fyri Summar Festivalinum í Klaksvík er sera stórur, og atgongumerkjasølan gongur strúkandi

Forsølan til Summar Festivalin 2005 hevur rættiliga havt vind í seglunum seinastu vikurnar. Yvir 1300 vikuskiftispass eru longu seld, og tí er tað farið at ganga undan við teimum bíligastu atgongumerkjunum til festivalin.
Fyrireikararnir hava sett 2.000 vikuskiftispass til sølu fyri 395 krónur, og nú eru bara góð 600 eftir at selja. Við at keypa vikuskiftispass nú, spara fólk yvir 200 krónur av tí endaliga prísinum við dyrnar.
Vikuskiftispassið er galdandi til konsertirnar fríggjakvøld og leygadag, og seinasta freist at keypa er 1. juni. Eftir 1. juni hækkar prísurin á vikuskiftispassunum.