Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein summarheilsan til teir ráðandi í Býráðnum

John William Joensen

Fríggjadagin á middegi, var ein lýsing í Útvarpinum til allar borgarar í Klaksvíkar Kommunu har heitt var á fólk um at møta upp við fótbóltsskýlið har býtast skuldu trøð út til hvørt húski í kommununi.

Eitt gott tiltak sum kommunan ger eingin ivi um tað og hugnaligt hjá tykkum, sum hava møguleika at síggja hesi trøðini vaksa, nú summarið er fyri framman. Men spurningurin er so, hví fáa bert nøkur henda møguleika, eru vit ikki øll líka fyri kommunulógini??
Tað hevur verið nógv frammi bæði í Útvarpi og í bløðunum har mínir grannar hava sagt og skrivað so skilagott um henda stóra trupulleika, sum vit her á Norðoyri dragast við, men enn hevur ongin úr býráðnum so frægt sum hirt at skriva eitt tað einasta orð um hvat ætlanin er at gera við trupuleikan hjá teimum borgarum, sum her úti búleikast. Steinbjørn O. Jacobsen stendur og lenar seg niður á stakittið úti í Grøv, sum um hann sigur, hertil og ikki longur.
Frá kirkjugarðinum úti í Grøv byrjar óskilið, tað kunnu øll ásanna sum ganga túr úteftir Oyravegnum, eg kann nevna nøkur dømi,. Gøtuljósini eru ongantíð sett upp víðari úteftir, hóast leiðingar vórðu gjørdir klárir, samstundis sum vegurin varð gjørdur, og tískil eru leiðningarnir slitnir, so alt má gravast upp av nýggjum.
Víðari úteftir skarðhamri er so nógv órudd sum ongastaðni í landinum, og mitt ímillum gamlar rustaðar broytgravimskinur, dosarar, betongbilar, motorar, gearkassar, bilvrak og aðrar óbrúkiligar bildeilir liggja nakrir skúrðar, sum hýsa nøkrum hestum sum skíta har teir standa, við ongum frárensli.
Eigararnir av hesum rossum hava ikki loyvi at hava teir á sínum egna øki í býnum, tí er henda loysnin vald, tað er líka saltfiskavirkið "Sammut", sum heldur sínar skildur á sínum øki, restin er tað reina svans, forbarmi seg fyri tí reklamu teir á Sammut vera noyddir at standa modell til.
Um so er, at ein útlendskur keypari skuldi komið framvið, og hugt eftir tí, sum teir framleiða til matnað rundan um alt hatta svansið á Skarðhamri.
Koma vit longur út, so er eitt rulluportur, sum boðar frá, at seyðurin skal ikki heim um hetta markið, men ganga í bygdini, sum hann vil, leysur og lata sítt skarn har honum lystir inn í garðarnar hjá teimum skattaborgarum, sum her búgva.
At enda hesa yrking til býráðslimir sum kanska vakna og hugsa eitt sindur meira í framtíðini, um tað, sum er uttanfyri kirkjugarðin úti í Grøv.


Til gávuðs eitt træð fæst
frá Klaksvíkar kommunu
tó undantikið er Norðoyri
har flýtur alt í runu,
tit har inni í seyðahøgum standi,
plantið øll somul tí har er eingin vandi,
"eg gekk mær ein túr út á Oyrar ein dagin
náttúran har úti, hon smílist so smæðin,
vit eru gloymd – ja líka sum farin,
her loypir hvør ær og brundur um garðin,
um eg nú av álvara trø niður setið
so hevur seyðurin tað beinanvegin etið
plantið tit har inni
okkum til minni
eitt vakurt træ
ímeðan vit siga
MÆ ÆÆÆ


Sigmar Høgnesen
725 Norðoyri