17. mei verður hildin, sum tjóðardagur Noregs.
Hesaferð verður serliga nógv gjørt burturúr, av tí at tað eru 100 ár liðin síðan Noregi á friðarligan hátt gjørdist leyst av Svøríki; og tí tað í ár eru 60 ár síðan annar heimsbardagi endaði.
Tað eru langar skráðir fyri alskins friðar- og skrúðgongur, sum fara gjøgnum býrirnar við hornblástri, fólkadansi og fiólspæli á odda.
Klaksvík er umboðað hjá vinarbýi sínum í Noregi Trøndheim. 7 b við Skúlan á Ziskatrøð er boðin við, saman við 520 øðrum næmingum frá hinum vinarbýunum hjá Trøndheimi.
Skúlanæmingar frá 54 skúlum saman við barnagørðum o.u. 20.000 ungdómar við hópin av hornorkestrum og ljómliðum spældu vakran tónleik. Á ferðini steðgaðu tey upp á heilsaðu uppá Lív Ullman, sum stóð á serligum palli til endamálið.
Lív Ullman er frá Trøndheimi. Hon varð boðin við til henda merkisdagin og varð móttikin sum ein onnur drotning. Hon er saman við manninsínum Donnald í Trøndheimi í dag. Hann sigst vera millum 10 teir ríkastu í USA har tey búgva.
Seinni í dag bjóðar býráðið í Trøndheim til gallamiðdag, har umboð frá Klaksvíkar býráð Dávur og Annfríð Winther og er við. Her verður m.a. Liv Ulmann gestarøðari.




