Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróður: Nú byrjar róðrarárið av álvara

John William Joensen

Um góðar tvær vikur verður fyrsta FM stevnan í árinum, Norðoyastevnan.

Tað, ið verður sermerkt á Norðoyastevnu hesu ferð, er at trý róðrarfeløg úr Norðoyggjum aftur fara at luttaka í FM róðurinum. Talan er um Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag (NHR), Árnafjarðar Róðrarfelag
(ARF) og Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF). At áhugin er vaksandi, kemur óiva av teimum góðu úrslitinum, sum NHR og KRF hava staðið fyri tey seinastu árini. Í 2000 luttóku tríggjar manningar úr Norðoyggjum í FM kappingini, ímeðan talið fyri 2005 verður ellivu manningar.  Ein kann ikki annað enn frøðast um slíka framgongd.