Hálvfinalan í steypakappingini hjá dreingjum, bleiv leikt í góð veðrinum mikudagin.
KÍ fekk vitjan av NSÍ, ið er ovast í meistarabólkinum, og var ósigra áðrenn dystin í Klaksvík. Vinnarin av dystinum, slapp víðari til finaluna hin 18. juni, annaðhvørt móti VB ella B36.
Veðrið var gott, og KÍ’arnir sera uppsettir at taka ímóti NSÍ’arunum, ið nú komu norður at berjast um finalusessin, hin 18. juni.
Liðið bæði hava hittst fyrr í ár, og tá hevur NSÍ verði omaná, við ávíkavist 3-1 í Runavík og 1-2 í Klaksvík.
KÍ’arnir løgdu hart út, og stýrdu væl og virðiliga fyrrahálvleiki, skilst av Djúpumýru. Tað var í 20. minutti at Niels Pauli rekur seg frían, spælir hegnisliga til Páll ið ger tað til 1-0.
Eyðbjørn stóð ídag á odda fyri liðnum, og kann ikki annað sigast enn, at hann megnaði tað til fulnar.
Umleið 15 minuttir seinni, er Niels Pauli aftur maðurin aftan eitt mál. Hann finnur hesafer John, ið ger tað til 2-0. Hetta er eisini støðan í hálvleikinum.
Í seinnahálvleiki leikar nakað á frammanfyri málinum hjá KÍ, og eftir nakað av ping-pong, so gerst NSÍ leikarin Robert Sørensen leysur og minkar um munin til 2-1. Nú kundi tykjast at NSÍ reistist, men heldur var tað øvugt.
KÍ liðið spældi seg nú til fleiri kjansir, og fór bólturin í onkrum førum beint framvið málinum. Í 57. minutti, er Niels Pauli aftur klárur, hann er nú leysur við bóltinum, og letur Hjalta fáa fótin á hann, til endaligu
støðuna 3-1.
Flott úrslit dreingir, vit eru ávegis málunum, ið vit hava sett okkum.




