Gentur 12, 14 og 16 hjá Stjørnuni handaðu formanninum hjá KÍ Nichels Lutzen eitt skriv, har tær krevja at Svein Rógvi Nielsen framhaldandi verður venjari teirra.
Hóskvøldið var skriv handað formanninum í KÍ við 33 undirskriftum frá hondbóltsleikarum og hjálparfólkum. Skrivið er soljóðandi: Til nevndina í Stjørnuni/KÍ. Vit undirritaðu leikarar/hjálparfólk, hava øll verið sera væl nøgd við úrslitini í kappingarárunum 2003/2004 og 1004/2005. Sunset liðið vóru greipuvinnarar í 2003/2004 og steypavinnar og silvurvinnarar í 2004/2005. Eisini í ungdómsliðunum, har g. 16 vóru greipuvinnarar og sera góð úrslit vóru at síggja í g. 12 og g. 14.
Tí duga vit ikki at síggja nakra grund til at høvuðsvenjarin Svein Rógvi Nielsen ikki skal halda fram í Stjørnuni næsta ár. Vit eru sera hørm um at hetta skal vera komið so langt, men vit eru ikki fyrireikaði uppá nakað, sum vit ikki kenna. Tí vilja vit hava Svein Rógva Nielsen og ongan annan at vera høvuðsvenjara hjá Stjørnuni komandi kappingarár 2005/2006.




