Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðslimir vistu um peningin í Phoenix

John William Joensen

Í brævinum til løgmann tann 26. mai 05, verður sagt at fíggjarnevndarlimir vóru kunnaðir um at Býráði átti pening í týska íleggjarafelagnum

Í brævinum, sum er sent løgmanni, stendur at býráðslimir hava verið vitandi um at býráði hevði pening í týska íløgufelagnum.
“….. Býráðslimir hava verið vitandi um, at kommunan hevur havt lutfalsliga stórar upphæddir í peningastovnunum, og gjøgnum perioduroknskapir hava teir fingið útgreiningar av innistandandi í peningastovnunum. Vánliga verða mál stovnað, tá býráðið ella nevndir skulu taka støðu til ávíst mál, men hetta hevur ikki altíð verið gjørt, tá talan hevur verið um avtaluinnlán. Tó hevur fíggjarnevndin verið kunnað munnliga um slíkar avtalur.
Hvat ítøkiliga hesum avtalulánum ræður, er mest sannlíkt, at fíggjarnevndin er kunnað á fundum tann 22. mai 2002 og 18. juni 2003……”