KÍ hevur tveir spælarar við á landsliðnum, sum næstu dagarnar skal spæla HM-dystir ímóti Sveis og Írlandi
Møguleiki er fyri, at tveir KÍ-spælarar kunnu koma á vøllin í landsdystunum hjá Føroyum næstu dagarnar. Atli Danielsen og Heðin á Lakjuni eru tiknir út til landsliðið, og teir fyrireika seg í hesum døgum saman við landsliðnum, sum eisini telir tveir aðrar klaksvíkingar Rógva Jacobsen, sum spælir í Íslandi, og Jákup Mikkelsen, sum spælir í B36.
Atli Danielsen hevur spælt 8 landsdystir fyri Føroyar, og tað hevur hann gjørt síðani 2003. Hesa tíðina, síðani hann varð tikin út fyrstu ferð, hevur hann verið ein av føstu spælarunum í hópinum hjá Henrik Larsen. Atli hevur ikki enn vunnið sær fast pláss á liðnum, men hann hevur spælt nógv hóast tað.
Atli hevur roynt seg bæði í verjuni og á miðvøllinum, og hann hevur víst, at hann kann brúkast bæði har afturi og á miðvøllinum. Atli er ein av spælarunum, sum hevur spælt nógv á ungdómslandsliðum, og hóast hann er ungur spælari, hevur hann verið ein av stuðulsspælarunum hjá KÍ seinnu árini. Hann er eisini liðformaður hjá KÍ.
Heðin á Lakjuni hevur spælt nógv í Havn seinastu árini. Hann hevur roynt seg í bæði HB og B36, men nú hevur hann leitað sær aftur til Klaksvíkar at búgva og spæla. Tað er komið væl við hjá KÍ, og Heðin er í løtuni toppskjútti hjá liðnum.
Heðin var fyrstu ferð tikin út til landsliðið í 1999, tá ið hann og hinir KÍ’arnir vunnu greipuna í føroyskum fótbólti. Síðani hevur Heðin spælt 11 landsdystir fyri Føroyar, og hann hevur skotið eitt mál. Heðin hevur ikki havt fast pláss í hópinum hesi árini, og tað hevur mangan undrað, tí Heðin hevur í fleiri ár víst stórspæl í føroysku landskappingini, og hann hevur verið ein avgerandi spælari í fleiri av meistarheitunum og steypasigrunum seinnu árini.




