Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt kappróðrar-stadion er kanska eitt hugskot

John William Joensen

Kappróður er ein ítróttargrein, sum er sera lítið áskoðaravinarlig, verður ofta sagt, men spurningurin er um ikki okkurt kann gerast.

Tað vóru nógv fólk á kajuni undir kappróðrinum, men tað er eingin loyna at kappróðurin hevur sera lítið at bjóða sínum viðhaldsfólkum.
Felags fyri flest annan ítrótt, er at viðhaldsfólk ella áskoðarar hava umstøður, sum ger at teir fylgja ítróttini og sera tætt samband er millum áskoðaran og ítróttarfólki.
Um vit hyggja eftir umstøðunum hjá áskoðarunum undir kappróðrinum á Norðoyastevnu, so vóru umstøðurnar langt frá tær bestu.
Tey sum ikki høvdu lurti tól uppi á sær, høvdu ongan møguleika at fylgja róðrinum. Hátalara anleggi riggaði ikki, so ein noyddist sjálvur at gita seg fram til hvørjir bátarnir vóru.
Lítil og eingin hugni var, sum hevði beinleiðis samband við ítróttina. Tó var tað hugnaligt á kajuni, men tað var tí at ein møtti kenningum og kom í prát við fólk.

Eitt stadion
Drátturin har bátarnir vóru flótaðir og drignir var  í ”fallit” krókinum, og her kundi ein upplivað eitt hugnaligt umhvørvið har alt snúði seg um kappróður.
Her gingu manningarnar og her var hugt eftir bátum. Ein merkti spenningin millum ítróttarfólkini og her kundi ein merkja kenslurnar tá bátar komu at landið, sum høvdu vunnið og eisini har tað hevði gingið minni gott. Fólk róptu út til bátarnar – stutt sagt, her var rætti stemningurin.
Spurningurin er um lands myndugleikar saman við kommunalum, skuldu viðvirka til at gjørt tjóðar ítróttin meiri áskoðara vinarliga.
Hetta hevði ikki kravt tað stóra men spurningurin er um hetta ikki er í tøkum tíma, tí kappingin frá øðrum ítrótti er sera stór.
Tað sum eg kundi ímyndað mær var at vit á norðara enda á vestara kaj økinum, har grótkasti rennur saman við kajkantin, bygdu ein drátt, sum gekk beint niðan í eina røð av áhoyrara sessum. Ikki er neyðugt at byggja føst áskoðarapláss men heldur gera pláss fyri at hesi kundi verið sett upp tá brúk er fyri teimum. Vanliga kundi hesi økið so verið nýtt til arbeiðspláss hjá virkjunum á havnalagnum.




Best hevði verið um málið lá beint út fyri áskoðaraplássunum.




Við hesum høvdu vit syrgt fyri at áskoðarar allan róðurin høvdu kontakt við tí sum fór fram undir róðrinum.
Undir sjálvum róðrinum høvdu góðu møguleikar verið at fylgt við, bæði við berum eygum, og eisini gjøgnum hátalarar, sum varpaðu róðurin.
Umráðandi er at stadionøkið lá uttan fyri róðrar breytina, tí so kundu bátar komið og farið meðan róðara vóru í gongd og millum róðrarnar. 




Undir øllum umstøðum eigur ítróttin sjálv at syrgja fyri at hon eisini verður áskoðarar vinarlig, men hinvegin skulu vit fáa mest burtur úr so eigur eitt samanspæl eisini at vera við myndugleikarnar.
 
John William Joensen