Løgmansskrivstovan hevur roynt at fingið greiðu á um Kl. Kommuna fær nakað av mista peninginum aftur frá trotabúðnum eftir Phoenix
Í telduposti (tann 3. juni 2005) til týska advokatvirkið Schultze & Braun, sum umsitur trotabúgvið eftir Phoenix Kapitaldienst, spyr løgmansskrivstovan um Klaksvíkar Kommuna kann roknað við at fáa nakað av mista peninginum aftur.
Sama dag svarar týska adovkatskrivstovan aftur, at teir ikki eru førir fyri at meta um Klaksvíkar Kommuna kann væntað sær nakað.
– Enn er ógreitt hvussu stór krøvini eru til Phoenix Kapitaldienst og hvat kredidorarnir kunnu semjast um.
– Vantast kann at krøvini hjá kreditorunum vera løgd fyri rættin og tá rætturin er komin til niðurstøðu í málinum mugu vit síggja hvussu nógvan pening trotabúgvi megnar at gjalda.
– Av tí at málið er komið so stutt er vónleyst hjá okkum at gera nakra meting um Klaksvíkar Kommuna far part av sínum peningi aftur, skrivað Schultze & Braun í telduposti til løgmansskrivstovuna fríggjadagin 3. juni.




