Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar sita ikki í trygdarbelti

John William Joensen

men so skjótt teir koma út um býin spenna teir trygdarbeltini, siga politistarnir sum um Norðoyastevnuna gjørdu ferðslukanningar

Politiið útskrivaði eina mongd av bótum í samband við ferðslukanningar um norðoyastevnuna, og sambært løgregluni eru alt ov fá sum brúka trygdarbelti í býnum.
– Tað eru so stuttir avstandir at koyra í býnum og tí verður trygarbeltið ofta ikki brúkt, var gjøgnum gangandi forklaringin hjá fólki tá vit steðgaðu teimum.
– So skjótt sum klaksvíkingar koma í land í Leirvík ella fara út um býin spenna teir seg í trygdarbelti.
– Harafturat eru tað alt ov nógv, sum tosað í telefon meðan tey koyra, søgdu politistarnir tá vit tosaðu við teir týsdagin.