Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Føroya Bjór renning 2005: Treysti vann 8 heimasigrar

John William Joensen

Treysti vann ikki færri enn 8 heimasigrar á Norðoyastevnu, tá árliga Føroya Bjór renningin var. Samanlagt vóru 135 luttakarir við í kappingini, sum gekk væl at avgreiða.

Vaksin
Fyrst at renna vóru tey vaksnu, sum runnu 5 km. Hjá teimum 21 monnunum gjørdist, heldur óvæntað, Símun Joensen úr Treystinum vinnari í tíðini 16,21 min. frammanfyri Sam Vang og Hallur Holm úr Bragdinum. Guttorm Sørensen, sum annars hevur staðið seg væl í teimum seinastu kappingunum, mátti hesaferð taka til takkar við einum fjóðraplássi. Símun Joensen, sum áður hevur staðið seg væl, luttók fyri fyrstu ferð í longri tíð kapping, og má tað sigast at verða sera flott við sigrinum á Sam, Hallur og Guttorm. Jógvan Jóhan Lorenzen gjørdist nummar 6, Borgar Biskopstø nummar 9, Pól Sundskarð nummar 12 og John Havn nummar 14.
Hjá veteranunum gjørdist Pól Sundskarð úr Treystinum greiður vinnari, frammanfyri Jósvein H. Olsen og Steindor Hjaltalin úr Bragdinum. Tummas Joensen luttók ikk vegna skaða.
Hjá kvinnunum gjørdist, kanska eisini eitt sindur óvæntað, Sigrid Sivertsen úr Treystinum vinnari 7 sekund frammanfyri nummar tvey, sum var Brynhild Absalonsen úr Bragdinum. Nummar trý gjørdist Maria Jacobsen úr Frælsinum. Hjá veterankvinnunum gjørdist Hanna Maria Niclasen vinnari.
Børn-7
Her gjørdist talan um heimasigur til Paulinu Fuglø úr Treystinum frammanfyri Margit Frímundsdóttir úr Havn og Tanju H. Poulsen úr Klaksvík. Tilsamans 14 gentur luttóku. Hjá teimum 20 dreingjunum gjørdist Julian Gregersen úr Treystinum vinnari frammanfyri hinar 19 dreingirnar. Næstur á mál var Eyðstein Zachariassen úr Streymnesi, meðan Hørður Egilsson úr Frælsinum gjørdist nummar trý.
Børn-10
Hjá gentunum gjørdist Barbara D. Eiriksfoss úr Bragdinum vinnari, frammanfyri Bjørk R. Svabo úr Frælsinum, meðan Lydia Marsten úr Treystinum gjørdist nummar trý av teimum 14 gentunum. Hjá dreingjunum gjørdist John Viljam Johannesen úr Treystinum vinnari av teimum 19 dreingjunum, frammanfyri Sølva Egilsson úr Frælsinum og Regin Joensen úr Bragdinum .
Børn-13
Hjá teimum 10 gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum vinnari, frammanfyri Silju Niclasen og Vár Gregersen úr Frælsinum. Hjá dreingjunum gjørdist Eli Falkvard úr Frælsinum vinnari frammanfyri Rúna Seloy úr Bragdinum og Oddur Joensen úr Klaksvík.
Børn-17
Hjá gentunum gjørdist Bjørk H. Olsen úr Bragdinum vinnari frammanfyri Adelheid Olsen úr Klaksvík. Hjá teimum 9 dreingjunum gjørdist Jan Elmar Sørensen úr Treystinum vinnari, frammanfyri Daniel D. Rein og Tummas Justinussen úr Bragdinum.
Firmastaffet
Her vóru bert tvey lið við. Tey vóru bæði frá dreingjaliðnum hjá KÍ og vinnarar blivu Gunnar E. Jacobsen, Daniel Dam og Hjalti Heðinsson frammanfyri Finn Johannessen, Olvheðin Jacobsen og Álvur F. Christiansen.
 
Næsta rennikapping er á Eystanstevnu. Tey vaksnu runnu týskvøldi meðan børnini renna fríggjakvøldi.