Tað er einki at taka seg aftur í, at vit við Norðoyatunnlinum kunnu fáa eitt veruligt føroyskt kraftsendur báðumegin tunnilin. Men tað krevur at vit duga at samarbeiða eisini tvørtur um kommunumørk um so er at vit ikki megna sjálvir at leggja kommunur saman.
Nógv kjak hevur verið hesi seinastu árini um at vit í norðoyggjum hava fyri neyðini at fyrireikað okkum til fasta sambandið um Lorvíksfjørð og ongin ivi er um, at á fleiri økjum hevur nógv orka verið nýtt til hesar fyrireikingar, sjálvt um nógvar av fyrireikingunum ikki júst eru so eyðsýndar í samfelagnum.
Tá ið tað kemur til tað politiska økið, tá tykist tað sum um at samstarv er nakað, sum teir, ið sita við politisku ábyrgdini, hava ilt við at gera nakað við. Klaksvíkar Kommuna hevur eitt nú bygt eina heilsumiðstøð til okkara kommunulæknar, sum eftir øllum at døma hevur kosta umleið 15 milliónur krónur. Hinar kommunurnar í Norðoyggjum hava ikki egnar kommunulæknar, men skulu á hesum økinum samstarva við Klaksvíkar Kommunu. Sum skilst, so vilja smærru kommunurnar ikki vera við til at gjalda fyri betri umstøðurnar hjá kommunulæknunum men halda, at ein slíkur bygningur er trupulleikin hjá Klaksvíkar Kommunu.
Slík útmelding boðar ikki frá góðum, tá ið um samstarv ræður og verður gongdin hendan, so mugu smærru kommunurnar antin finna sær aðrar loysnir til borgarar sínar um kommunulæknar, ella mugu tær á ein ella annan hátt leggjast saman við aðrari kommunu, tí samstarv kann ikki bert ganga annan vegin.
Sjálvt innan vinnulív stórtrívist samstarv. Har vinnufeløg, hóast tey eru í harðari kapping hvørt við annað, duga at samstarva á økjum har báðir partar hava nakað at vinna og tað áttu okkara politikarar eisini at dugað at sæð.
Vit í Norðoyggjum áttu, eisini á politiska økinum ímillum kommunurnar her havt fingið eitt so tætt samstarv í lag áðrenn Norðoyatunnilin, at vit kundu staðið sum ein maður tá nú samráðingarnar um samstarv við størru kommunurnar hinumegin Lorvíksfjørð byrjaðu, men tað hendið also ikki og vandi er tí fyri at smærru kommunurnar í Norðoyggjum fara at vera eftirbátar tá samstarvsavtalur fara at vera gjørdar tvørtur um Lorvíksfjørð.
Tosað hevur eisini verið sera nógv um eitt handilssentur í miðbýnum í Klaksvík og menn hava verið fyri og ímóti. Allar kanningar vísa, at øki við handilssentrum fáa ein størri part av umsetninginum enn øki har onki slíkt er og eisini handlar, ið liggja í økinum men tó uttanfyri eitt slíkt handilssentur.
Tí eiga vit eisini á hesum økinum at standa saman og syrgja fyri at vit fáa eitt slíkt sentur upp at standa í Klaksvík og tað ongantíð ov skjótt.
Skulu Norðoyggjar og Eysturoyggin gerast eitt kraftsentur í landnyrðingsføroyum, so er loysnin samstarv.




