Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Til vatns og til lands í Vágum

John William Joensen

Á jóanssøku skipar Vága Gongufelag fyri forkunnugum náttartúri, har siglt verður fram við landi, áðrenn farið verður til gongu tvørtur um aftur oynna. Tilmelding til túrin er á Kunningarstovuni í Vágum

Tíðindaskriv
Kunningarstovan í Vágum
vagar@post.olivant.fo


Leygarkvøldið 25. juni verður skipað fyri náttartúri í Vágum. Byrjað verður við siglitúri úr Sørvági norður á Slættanes, og síðan gingið heim aftur eftir gomlu Gásadalsgøtuni til Fjallavatn og haðani til Sørvágs, har endað verður við morgunmati á Hotel Vágum. Kostnaðurin fyri allan túrin er kr. 200,-, og tilmelding er á Kunningarstovuni í Vágum.
Kunningarstovan í Vágum skipar fyri náttartúri á jóanssøku, har farið verður við báti úr Sørvági norður á Slættanes klokkan 22.00 tann 25. juni.
Siglt verður fram við norðara armi á Sørvágsfirði. Fram við Gásadali, Sæurðardrangi, Barðinum og Víkum. Til ber at síggja Reipsáfoss og Ritunøvina, áðrenn farið verður fram við Kópamølini og Miðvágsurðini. Víðari verður siglt undir Sandavágsbjørgunum fyri norðan við øllum sínum gjáum og skorum, um Slættanestanga.
Farið verður so á land á lendingini á Slættanesi, har ein stuttur steðgur verður, meðan vit eta ein lættan matpakka frá Hotel Vágum, áðrenn farið verður at hyggja at skúlanum, ið eisini er innrættaður sum kirkja. Vitjað verður eisini úti á vitanum og við báðar kirkjugarðarnar á Slættanesi, áðrenn farið verður til gongu niðan við Grøvini eftir gomlu Gásadalsgøtuni um Skoradalsháls.
Av Skoradalshálsi verður gingið eftir gøtuni oman gjøgnum Botn og út á Munnan, har sýnt er niður á Viðvíkina og vestur yvir bygdina á Víkum. Gingið verður so fram við Fjallavatni heim til Sørvágs, har túrurin endar við morgunmati á Hotel Vágum.
Tilmelding til túrin er á Kunningarstovuni í Vágum, á tlf. 33 34 55 ella fartlf. 21 34 55. Eisini ber til at melda til um teldupost

vagar@post.olivant.fo

Mint verður á at hava góð gonguklæði og fótbúna við, tí gingið verður um vátlendi fram við Fjallavatni, har eisini áir eru at fara um.

Havið sjálv matpakka við til gongutúrin.