Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysku fjølmiðlarnir vilja ikki kannað aktuella útlendingamálið til botns

John William Joensen

Tað er eingin ivi um at Rapa-hjúnini eru ein fyrimynd fyri onnur í ætlað at flyta til Føroya, men hinvegin hevur eingin fjølmiðil ella politikari vent sær til innlendismálaráði at kannað hvat lógin sigur

Útlendingar hava sambært lógini ikki rætt til at gera annað enn tað teir hava uppihaldsloyvið til, sigur Innlendismálaráði í svarið til Norðlýsið.
Hóast nógv rumbul hevur verið um úttalisini hjá Innlendismála ráðharranum, Jógan við Keldu, í Degi og Viku fríggjakvøldið, hevur eingin fjølmiðil vent sær til umsitingina í Innlendismálaráðnum, at kannað hvat lógin gevur loyvi til, sigur Bergur Berg í svarið til Norðlýsið.

Udlændingestyrelsen
Tá vit vendu okkum til Udlendingestyrelsen við spurningum um útlendingar við arbeiðs og uppihaldsloyvið, kunnu nema sær útbúgving í Føroyum, var svarið at persónar við arbeiðs- og uppihaldsloyvið hava í vanligum førum ikki rætt til annað enn tað sum tey hava fingið innfaraloyvið til.
Hetta skuldi tó takast við fyrivarni tí somu lógir eru ikki galdandi í Føroyum og Danmark.

Lógin, sum er galdandi í Føroyum er sera storng
Bergur Berg ráðgevi í innlendismálaráðnum sigur í svarskrivið til Norðlýsið at í útgangsstøðinum er lógin sera strong.
– Vit viðmerkja ikki ítøkilig mál, men vit kunnu tó siga hvussu reglurnar í høvuðsheitinum eru.
– Í Útgangasstøðinum skal ein útlendingur sum hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi, ikki arbeiða við øðrum enn akkurát tí, sum hann hevur arbeiðsloyvi til. –
– Útlendingur við arbeiðs- og uppihaldsloyvi hevur eftir galdandi reglum ikki so frægt sum loyvi til at arbeiða ókeypis fyri Reyða Kross ella Amnesty International, uttan serligt arbeiðsloyvi.
– Útgangsstøði er tí heilt klárt: eitt serligt uppihaldsloyvi skal altíð til, um ein útlendingur ætlar sær undir eina fulltíðarútbúgving.
– Hinvegin, so sigur ongin nakað til, um útlendingur sum hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum til dømis tekur eitthvørt fak á kvøldskúla ella á annan hátt tekur eitt sindur av útbúgving framíhjá.

Harleyfacadeacryl