Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Njótið náttúruna í Vágum

John William Joensen

I Vágum eru bestu møguleikar í landinum til sílafisking. Tað er bara at finna tráðuna fram og taka sær tíð til at slappa av í náttúruni eina løtu

Tíðindaskriv
Kunningarstovan í Vágum

Njótið frítíðina í vøkru náttúruni í Vágum. Slappið av við størsta vatnið í landinum. Finnið sílatráðuna fram og takið nakrar tímar úr strongda gerandisdegnum.
Ein av bestu háttum at slappa av uppá, er at seta seg við eini sílatráðu við eitt av vøkru vøtnunm, sum enn standa órørd mannahondum. Eitt teirra er Føroya størsta vatn, Sørvágsvatn ella Leitisvatn, alt eftir, hvørju megin tú situr. Vanliga bert nevnt Vatnið.
Her er friðaligt, um farið verðurt sindur burtur frá landsvegnum, har túsund bilar dagliga strúka fram við út á tann pulserandi flogvøllin.
Men bara einar tíggju, fimtan minuttir til gongu suður frá Gróthústanga ella flúgvarabedingini er friðurin eins og fólk ongantíð hevði sett her í námind.
Og sílini eru nógv og bíða bert eftir tær. So tað, sum m ræður, er at finna tráuna fram og støkka inn á gólvið við unningardiskin á flogvøllinum at keypa tær eitt fiskikort, sum gevur rætt til at fiksa á vøtnunum í Vágum. Fiskikortini kunnu keypast fyri ein dag, eina viku ella alt árið í senn.s