Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsbrak leygardagin

John William Joensen

Nógv rumbul hevur verið kring Jógvan við Keldu síðani hann kom fram í politikki og leygardagin kemur so tað stóra brakið, tá hann skal skjóta seinasta skotið í samband við Norðoyatunnilin.

Dávur R. Hansen, stjóri á P/F Norðoyatunnlinum fegnast nú seinasta skotið verður latið í samband við borðingina av Norðoyatunnlinum, at arbeiðið hevur gingið sera væl. Vit eru eisini nøgdir við, at sera fá óhapp hava verið á vegnum hesa tíðina.
Tað harmar tó, at vit ikki heilt eru slopnir undan skaðum, onkur hevur kroyst hondina og onkur ein fót og tað nærmasta vit hava verið við eina vanlukku var helst tá grót datt niður undan loftinum og í kurvina á borðivogninum har menn stóðu. Maðurin sum stýrdi borðivogninum noyddist at taka kurvina so skjótt niður, at ein maður datt í kurvini og breyt eitt rivjabein, men annars haldi eg at eg kann siga at tað hevur gingist hampuliga væl.
Vit hava lagt sera stóran dent á trygdina og eg minnist ikki júst neyvu tølini nú, men tá slíkt verður mett, so verður arbeiðistímatalið samanborið við fráveru hjá arbeiðisfólkunum í sambandi við skaðar og tað talið er rættuliga lágt fyri Norðoyatunnilin. Men Dávur Reinert Hansen, stjóri undirstrikar í sama andadrátti, at tað er eitt ár eftir enn og tað arbeiðið, sum eftir er er heldur ikki vandaleyst og tí leggja vit framhaldandi stóran dent á at hava so neyvt eftirlit við trygdini sum tað ber til.

August í komandi ári?
Dávur Reinert Hansen sigur víðari, at í sáttmálanum stendur, at tunnilin skal vera liðugur at taka í nýtslu í august næsta ár. Men um arbeiðið gongur væl, so kann kanska roknast við at tunnilin verður tikin í nýtslu longu í mai mánaða komandi ár. Men hetta veldst um hvussu stórt arbeiði verður við at tekja fyri lekum í tunlinum.
Sum er eru lekar tettir, men tað dryppar ymsastaðni og hóast vit loyva nakað av dropum, so skal tunnilin vera so mikið tættur, at bilar sum koyra ígjøgnum fara at fatað tunnilin sum turran og tí er neyðugt at sproyta upp undir við PE-skúmi og dekka við betong har sum lekarnir eru ov stórur og hvussu stórt hetta arbeiðið verður vita vit ikki nú.
Eftir at seinasta skotið er latið av, verður farið undir at gera vegbanan liðnan og síðani verður tekingin, elarbeiðið og arbeiðið við tekniskum installatiónum sett ígongd, so vit hava nóg mikið at taka okkum til, men sum sagt, gongst hetta arbeiðið væl, so kunnu vit kanska koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin longu í mai mánaða.

Hátíðarhald
Í samband við at seinasta skotið verður latið av leygardagin, verður móttøka fyri almenninginum í høllini hjá Norðoyatunlinum við Borðoyarvík. Dávur Reinert Hansen sigur, at teir arbeiða við at seta upp stórskýggja í høllini, men teinurin er langur hagani og inn í tunnilin har sprongjast skal so neyðugt er við ljóskaðalum at flyta myndirnar við, men vit vóna at fáa tað upp á pláss.
Avgjørt er, at tað vera tingmenn úr Norðoyggjum og tingmenn úr Eysturoy, sum koma at hittast undir Lorvíksfirði tá seinasta skotið er latið av.