Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskidagaskipanin hóttir grunnarnar

John William Joensen

John Kári Jacobsen, skipari, og eigari av útróðrarbátinum Bragd mælir Bjørn Kalsø til at seta veiðubann ístaðin fyri at fremja eina skerjing í fiski døgunum

Skiparin á útróðrarbátinum Bragd ivast ikki í at fiskidagaskipanin, eins og aðrar skipanir, er framd tí at menn ætlaðu nakað positivt, men sannleikin er at hon ongantíð hevur havt nakra ávirkan á fiskiskapin á grunnunum.
– Fiskidagaskipanin kom í einari tíð við góðum fiskiskapi og sera góðum fiskaprísum, og tí havi eg alla tíðina sagt, at hon fór ikki at standa sína roynd fyrr enn fiskiskapurin fór at ganga niðureftir.
– Í dag er støðan broytt. Nú hava vit havt eina niðurgongd í fiskiskapinum og prísurin hevur verið sera lágur seinastu árini.
– Tað sum vit nú upplivað er ein staðfesting av at skipanin als ikki virkar á tann hátt hon var ætlað.

Støðan hjá útróðrarflotanum
John Kári sigur at tað hevur altíð gingið upp og niður við fiskiskapi, og hetta hevur eisini verið galdandi fyri útróðrarflotan.
– Um vit taka inniverandi ár, so hevur fiskiskapurin verið verri enn hann var í fjørð. Tó hevur prísurin verið nakað betri og tað ávirkar so positiva vegin.
– Eg kenni ikki heilt til umstøðurnar hjá størru línubátunum men í okkara bólki, sum er bátar millum 15 og 40 tons, er støðan ikki góð.
– Fakta er at okkara bólkur eigur ikki  meira enn 76 fiskidagar og er sostatt tann bólkurin sum er ringast fyri.
– Tað sigur seg sjálvt at eingin kann liva av hesum dagatalinum og tí hava vit keypt dagar, soleiðis at báturin hjá okkum kann fiska í 107 dagar.
– Hetta talið er passaligt hjá okkum, men um tilmælið frá fiskirannsóknarstovuni, um at skerja talið á fiskidøgum við 30 %, verður fylgt, so er eingin ivi um at hetta kemur at merkja eitt skrædl í vinnuni.
– Tað er heldur ikki rætt at útróðrarflotin skal vera bíttir í tríggjar ymiskar bólkar sum fáa so ymiskar fiskidagar sum skipan í dag loyvir.

Broyta skipan
John Kári heldur tað vera fullkomuliga burturvið at áseta fiskidagar fyri útróðrarflotan.
– Útróðrarflotin má laga seg til veður og vind og tí eru vit av náttúruni nógv skerdir í fiskidøgum.
– Men niðurgongdin í fiskiskapinum hevur ført við sær at grunnarnir alt meiri og meiri vera troyttir.
– Veruleikin er tann at tað verður roynt alt árið, og tað kann ikki vera gott fyri grunnarnar.
– Eg haldi at tá vit tosað um útrórðrarflotan, so áttu vit at slept fiskidagaskipanini. Tí hon loyvir í veruleikanum fríðan fiskiskap og tað er hetta trýstið sum er um at forkoma grunnunum. Teir fáa ongantíð frið at koma fyri seg aftur.
– Tí mæli eg til at fiskidagarnir hjá útróðrarflotanum verða slettaðir soleiðis at vit í staðin høvdu frían fiskiskap.
– Í staðin átti Landsstýrismaðurin at brúkt eina skipan har hann lýsti fiskibann ávísar dagar á árinum.
– Hann kundi lýst veiðibann frá hálvan desember til fyrsta januar. Síðani aftur um páskini.
– Hetta hevði givið grunnunum totalan frið hesi tíðarskeiðini, frá øllum skipabólkum.

Bátar royna alt árið
John Kári sigur at tað er stórur munur á hvussu menn rógva út í dag og so tá hann byrjaði í vinnuni.
– Um vit t.d. taka páskirnar, so var tað soleiðis at um onkur fór til útrógvar 3. páskadag so hevði  hann uttan iva verið einsamallur á havinum, men í ár hevur mest sum allur línuflotin verið úti um páskini. Eftirmiddag 2. páskadag høvdu næstan allir útróðrarbátarnir loyst frá bryggju í Klaksvík og er hetta nakað sum ikki hevur verið vanligt áður.
– Niðurstøðan má vera at fiskidagaskipanin hevur økt trýsti á grunnarnar og tá havi eg ikki nevnt allar teir mongu bátarnar sum í áravís stóðu gloymdir í onkrum neysti, men sum í dag brúka sínar dagar 100%.
– Eg sigið ikki hetta fyri at skuldseta nakran, men fyri at vísa á hvussu illa fiskidagaskipanin í veruleikanum virkar.
– Eg trúgvi at flestu eru samd við mær, at hon beinleiðis er skaðilig fyri grunnarnar, soleiðis sum hon er samansett í dag.
– Veruleikin er jú at vit hava eina skipan við fríðjum fiskiskapið har grunnarnir vera troyttir nærum hvønn dag í árinum.
– Um vit í staðin fara til eina skipan við veiðubannið ávísar dagar um árið, so hevði tann skipanin uttan iva verið við til at hildið prísin á einum nøktandi støði.
– Vit høvdu tá heldur ikki upplivað tað sum vit í dag síggja beint undan jólum.
– Øll skipini eru til fiskiskap so leingi til ber og so koma øll inn í senn, og sjálvandi fer prísurin í botn.
– Íslendingar brúka skipan við veiðubanni, so hon er ikki ókend, og eg trúgvi eisini at fiskimenn høvdu verið glaðir fyri hana.