Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerhard hjálpir bretskari krígshetju

John William Joensen

Tann 14. og 19. juni sleipaði "Bourbon Chieftain", har Gerhard Tróndheim er maskinstjóri, hangarskipið "HMS Ark Royal" úr Portsmouth úr Suðuronglandi upp til Rosyth, ið liggur nærhendis Edinburgh í Skotlandi.

Hangarskipið skuldi har fáa ymiskar tekniskar umvælingar.

Orsøkin til at hangarskipið bleiv sleipað upp til Rosyth, er tann at tað er bíligari enn at manna skipið og síðan sigla tað til eina skipasmiðju.
Eitt slíkt skip hevur eina manning uppá umleid 900  tá tað er í tænastu hjá ensku tjóðini.
Hóast hetta so vóru yvir 30 mans umborð henda túrin.
Hetta skipið er ikki av teim stórstu, tó er tað 210 metrar langt.
"Bourbon Chieftain" er eitt kombinera veitingarskip og sleipibátur ið hevur
knappar 13000 hestakreftir.
Bourbon Chieftain fór sunnudagin 19. juni til Port Said har teir skulu røkja
eina kontrakt sum vantandi tekur 90 dagar.

Teir rokna við at verða frammi 4. juli.

Vit skulu heilsa øllum heima frá Gerhard Tróndheim