– Tað ljóðar sum tað reina luxsus – situr eingin longur á dekkinum við turrum tvøsti og spiki og rugbreyð frá mammuni og temunn úr fløskuni, enn heitt, vælmeint bjálvað av pulshosu?
Vit endurgeva teldupostin frá føroyska útsetanum, beinleiðis:
—
From: Date: 06/25/05 00:51:44
To: Cc: Subject: greinir í nordlýsinum.
Hey Jógvan.
– Eg fór úr Føroyum í 1948 og verid i Danmørk sídani – men havi tó ikki gloymt Føroyar.
– Fyri at røkta málberingina á besta hátt lurti eg eftir føroyska útvarpinum her í Danmørk – men tíðindini í ÚF eru jú mest um krónur og aftur krónur, – men, so løgið tað ljóðar, so er tað áhugavert at hoyra "andlát".
– Tí varð eg sera glaður fyri at lesa greinarnar í Norðlýsinum – um lívid umbord – og annað tos enn: yvir-, undir- ella yvirhøvur onga fíggjing.
Einsamallur saman við stórhvali
– Áðrenn eg fór avstað var eg onkuntíð við Heimdal eftir kalva og tað vórðu dagar eg minnist sera væl.
– Eina náttina sá eg ein stórhval koma vestan úr havinum og fór hann norður um Suðuroynna (rivið) og helt beina kós stik eystureftir.
– Hetta var bert ein mynd frá einara dagsljósari summarnátt í 1948.
– Eg havið síðani mangan hugsað, hvar kom hann frá og hvar fór hann? – og hetta so vítt eyga kundi skoða at vera einsamallur saman við hesum hvali eina sjálv sama vakra summarnátt stórbært!
Gleðist um frásøgnirnar
– Eg var við Samos sum "cabinboy" í miðalhavinum einaferð tá eg ikki visti hvat eg skuldi – eisini ein rík tíð.
– Tað er áhugavert at lesa um messulívið umborð hjá tykkum.
– Tað ljóðar sum reina luxsus – situr eingin longur á dekkinum við turrum tvøsti og spiki og rugbreyð frá mammuni og temunn úr fløskuni, enn heit, vælmeint bjálvað av pylsuhosu?
– Kóka tit ikki feskan fisk longur, tikin av húkinum – avhøddaður og síðan í stundini koyrdur í pøsina við reinum atlantssjógvi, hildin yvir primussin á kardanskan vís, saman við eplum, velt á teigum undir akurgerið?
– Og mikladalsskerpikjøtsbitan oman á?
– Eg helt at tit og Norðlýsið eiga at vita, at hetta, at tit skriva frá Næraberg er sera áhugavert – lívsnært og satt.
– Ein gleðiligur boðskapur.
– Heilsa umborð frá mær.
– Eg eri ikki klárur yvir um tú hevur ætt í Mikladali ella ikki,- men blíðar heilsur í øllum førdum.
Frá David Eliassen
PS:
– Her á náttar tímanum hava vit eini 25 hitastig innandura – og um dagin bjartasta sólskin og útlit yvir Furesøen og eitt sera vakurt norðursæland.
– Í dag var eg í Køge til 70 ára fødingardag – tað var vinmaður mín Kári Hansen, sum fyltið – vit gingu á kostskúla saman í 1950 – eisini var Anton við – hann býr í Vallensbæk og kona hansara er úr Nolsoy.




