Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir trolarar til Klaksvíkar

Oliver Joensen

Kósin, Heilsølan, Norðoyagrunnurin og teir tríggir skipararnir Agnar Joensen, Kristian Larsen og Niclas Johannesen, hava keypt Safir og Smaragd.

Safir er bygdur á Tórshavnar skipasmiðju í 1984 og er 224 BRT tons Brutto til støddar og hevur eina MWM maskinu uppá 861 kw. Smaragd er bygdur í 1980 í Hvide Sande og er merktur 189,9 BRT og høvuðsmaskinan er ein Caterpiller uppá 883 KW.
Felagið sum keypt hevur hevur fingið navnið Gimsteinur. Seks mans eru við hvørjum bátinum hvønn túrin og harafturat eru seks mans sum avloysa og tí eru 18 mans knýttir at skipunum alt árið. Orsøkin til at báturin er keyptur, er at fáa meira upsa til Klaksvíkar, tí frammanundan er einki trolpar á Klaksvík. Tað verður sjálvandi fyrst og fremst Kósin, ið kemur at keypa fiskin frá skipunum og verður tosað um arbeiðispláss, so kann roknast við at um tað eydnast Kósini at keypa hvørja last, so hevur hetta helst eini 80 arbeiðispláss við sær í Klaksvík.