Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Impulsskeið við Foppe de Haan

John William Joensen

Sum liður í at hækka støðið á føroyskum fótbólti, skipar Útbúgvingarnevnd FSFs fyri Impulsskeið, leygardagin 6. august 2005 í FSF-húsinum.

Skeiðið byrjar leygarmorgunin 6. august kl. 09.00 og endar  kl. 16.00.
Tað er opin tilmelding, t.v.s, at skeiðið er ætlað venjarum, sum virka innan føroyskan fótbólt,  tað verðið seg ungdómsfótbólt ella seniorfótbólt.
Instruktørur verður hollendingurin Foppe de Haan.

61 ára gamli Foppe de Haan er tann yrkisvenjarin í Hollandi, sum hevur verið longst virkin. Hann vandi FC Heerenveen í 19 ár, og undir hansara leiðslu gjørdist tað lítla felagið víðagitið fyri sína menning av ungum talentum. Spælarar sum Ruud van Nistelrooy úr Manchester United, Jon Dahl Thomasson úr AC Milan og nógvir aðrir eru ein frukt av tí miðvísa og nógv umrødda fótbóltsskúlanum hjá Heerenveen. FC Heerenveen fekk óvanliga góð úrslit við Foppe de Haan sum venjara, og kvalifikatiónin til Champions League kappingina í 2000 var eitt av hæddarpunktunum.
Foppe de Haan er helst mest virdi ungdómsvenjarin í hollendskum fótbólti. Hann var í 1997 og 2000 valdur til »Ársins venjara í Hollandi, og nú er hann venjari hjá hollendska U21 landsliðnum, sum hann fyrireikar til Olympisku leikirnar í 2008. Hann er sera nógv umbiðin til skeið og fyrilestrar, men hann sigur bara í serligum førum ja til slíkar áheitanir. Hann hevur verið við í verkætlanini »Venjarar á ferð«, sum hollendska fótbóltsambandið skipar fyri. Hetta er eitt arbeiðið, sum skal vísa fólk á, hvussu venjarar kunnu viðvirka til útbúgving og menning av børnum og ungfólki.

Hollendskur fótbóltur
Foppe de Haan er saman við venjarum sum Johann Cruyff, Guus Hiddink, Frank Rijkaard, Ruud Gullit og Rinus Michel umboð fyri tann eyðkenda hollendska fótbóltin, sum byggir síni sjónarmið á positivan, álopskendan og undirhaldandi fótbólt. Hollendsk lið spæla ikki bara fótbólt fyri at vinna, tey spæla eisini fyri at undirhalda, og tað hevur gjørt hollendskan fótbólt fólkakæran.

Hesi evnini verða væntandi viðgjørd:
1) Filosofiin aftanfyri tann Hollendska Fótbóltsskúlan
2) a) Fysiskt venjing við bólti , seniorar   b) Koordinatiónsvenjing
3) Taktisk venjing
Kostnaðurin fyri skeiðið er kr.500.